SEV   /   Um okkum   /   Grøna kósin

Grøna kósin

Grøna kósin

100% burðardygg elorka á landi 

Í 2014 setti Sev kósina, sum hevur til endamáls, at øll elorka á landi skal stava frá varandi orkukeldum, og síðan 2014 hevur Sev arbeitt miðvíst fram ímóti at røkka hesum máli. 

Nógv er nátt síðani 2014, og niðanfyri síggjast nøkur av lyklatølunum.

Avbyrgda elskipanin í Føroyum er í sjálvum sær ein stór avbjóðing, tá ið talan er um at fáa so nógva grøna orku til vega sum gjørligt. Málið kann bert røkkast við nýhugsan og menning. 

Battarískipanirnar í Húsahaga, Porkeri, á Sundi, sólorkulundin í Sumba, sjóvarfalsverkætlanin í Vestmannasundi eru onkur ítøkilig dømi um nýhugsan á elorkuøkinum í Føroyum. 

Samstundis sum arbeitt verður av øllum alvi at finna loysnir við burðardyggum orkukeldum, hevur Sev samstarvað við Setrið um slóðbrótandi ph.d.-verkætlan um, hvussu støðufestið kann tryggjast í elskipanini í einum avbyrgdum oyggjasamfelag, tá ið orkukeldurnar í stóran mun eru óstøðugar. 

Í 2015 vann Sev náttúru- og umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandaráðnum fyri grønu kósina, vindmyllulundina í Húsahaga við nýmentu battarískipanini og nýggju stýrisskipanini. Sama ár vann Sev umhvørivsvirðislønina hjá Tórshavnar Kommunu.

 

Býtið millum olju og burðardygga orku í elorkuframleiðsluni:

2025: 51% burðardygg orka

2024: 56,6% burðardygg orka

2023: 50,3% burðardygg orka

2022: 52% burðardygg orka

2021: 38% burðardygg orka

2020: 39% burðardygg orka

 

 CO2 útlát

2024: 136.039 tons

2023: 151.928 tons

 

 

Verkætlanir við grønari orku

Í strembanini eftir at náa málinum um 100% burðardygga elframleiðslu á landi, hevur Sev sett sjøtil á fleiri áhugaverdar verkætlanir, sum eru liðir í hesum arbeiði.

 

 


Sjóvarfalsorka

Sólorka

Sólorka

Mýruverkið II - pumpuskipan í Vestmanna

Mýruverkið II - pumpuskipan í Vestmanna