SEV   /   Um okkum   /   Elskipanin   /   Um elskipanina

Um elskipanina

Um elskipanina

Trýst her fyri at síggja myndina størri

Myndin lýsir dagligu avbjóðingina hjá SEV, sum er alt samdøgrið – árið runt – at veita støðuga elorku (t.e. veitingartrygd) út í hvønn krók í samfelagnum (t.e. veitingarskylda). Hesi hugtøk fevna um dagliga arbeiðssetningin hjá SEV, sum er “altíð at megna at veita støðuga elorku eftir tørvi í somu stund, borgarin, vinnulívið, stovnurin ella onkur annar biður um elorkuna.”

Í Føroyum er avbjóðingin serliga stór, tí Føroyar eru avbyrgt oyggjasamfelag, sum alla tíðina noyðist at hava nóg mikið av tøkum eykamátti, um brek tekur seg upp í onkrum av framleiðandi eindunum – t.d. generatorum, turbinum, vindmyllum og motorum. Sum myndin vísir, fæst støðufestið í skipanini við tryggum orkukeldum, ið alla tíðina megna at halda eina javnvág ímillum framleiðslu og eftirspurning. Tí er so týdningarmikið at hava ein haldgóðan kjarna í elskipanini, sum er grundaður á tryggar og støðugar orkukeldur.

KJARNIN Í ELSKIPANINI

Oljuriknu verkini eru framvegis ein týðandi partur av kjarnanum í elskipanini, tí olja er trygg orkukelda. Men tá ið framleiðslan á oljuriknu verkunum minkar niður í einki, so hvørt sum bygt verður út á grønu kósini við varandi orkukeldum fram ímóti málinum um 100 prosent grøna elorku á landi í Føroyum í 2030, verða vatnorkuverkini í størri mun kjarnin í elskipanini saman við einari pumpuskipan, ið skal byggjast í Vestmanna.

Tað er alneyðugt, at kjarnin í elskipanini er grundaður á støðuga orku, ið kann tryggja, at eingi sveiggj eru í sjálvari framleiðsluni. Harvið verður elskipanin stimbrað og elveitingin støðug. Vatnorka er støðug orka, um nóg mikið er til av vatnorku, og nøgdirnar av vatnorku verða í framtíðini tryggjaðar við pumpuskipanini í Vestmanna, har avlopsorka frá óstøðugu vindorkuni verður brúkt til at pumpa vatnið niðan aftur í byrgingarnar. Tá kunnu oljuverkini vera tiltakstrygd, um t.d. brek taka seg upp í grønu orkuframleiðsluni.

Ein annar týðandi partur av kjarnanum í elskipanini er eitt sterkt elnet. Ein áhaldandi kaðallegging av netinum fer fram um alt landið fyri m.a. at verja elnetið ímóti ódnarveðri.

EIN FRAMTÍÐARMYND

Myndin er eisini eitt dømi um, hvussu elskipanin kann skipast í framtíðini, har tað ber til hjá privatum fyritøkum at vera á báðum síðum av týdningarmikla kjarnanum í elskipanini. Tað hevur alstóran týdning, at kjarnin í elskipanini framhaldandi verður skipaður á sterkan og virkisfúsan hátt.

Innan elframleiðsluna ber longu til hjá fyritøkum at framleiða grøna orku inn í kjarnan í elskipanini – t.d. vindorku, biogass, sólorku, sum eru sveiggjandi orkukeldur – og longri frammi eisini sjóvarfalsorku. Á brúkarasíðuni kunnu privatar fyritøkur longu nú taka á seg at veita brúkarunum elriknar heildarloysnir til hitapumpur og elbilar.

Framtíðar leikluturin hjá nýggja Sundsverkinum og hinum oljuriknu verkunum í føroysku elskipanini svarar til kaðalsambandið, ið londini á evropiska meginlandinum hava sínámillum, har tey kunnu keypa elorku frá hvørjum øðrum, um tey ikki megna at framleiða nóg mikið til sín sjálvs. Sundsverkið verður sostatt ein týðandi partur av trygga máttinum, meðan næstu árini verða brúkt til at útbyggja grønu elframleiðsluna.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking