Vatnorkustøðin á Strond var næsta elverk, sum framleiddi streym úr vatnorku í Føroyum.
Hetta verkið var tikið í nýtslu í 1931, og var tað Klaksvíkar Kommuna, sum stóð fyri hesum.
Afturat vatnorkuverkinum var diselverk útbygt. Í fyrsta umfari var tað bert Klaksvík, sum fekk streym frá elverkinum. Seinni var hetta útbygt til at lata streym til aðrar bygdir í Norðoyggjum.
Í 1960 yvirtók Sev elverkið.
Í 1998 vórðu turbinur og rør skift út. Ein peltonturbina á 1,4 MW varð sett upp í staðin fyri 0,6 MW turbinuna, ið fekk so stóran skaða undir einum rørbrotskaða, at hon ikki gjørdist aftur.
Turbinan framleiðir orku frá vatngoymsluni í Strandadali, ið rúmar um 40.000 m³.
Byrgingin er ein 20 cm betongkjarni fylt innan við gróti og uttan við moldfyllu. Vatnið verður veitt hiðani í tunli og rørum oman til orkustøðina.
Avfalsøkið er 3,7 km².
Í 2002 varð rørleiðing løgd úr Svartadali til byrgingina í Strandadali.
Henda økta vatntilrenning hevur økt árligu framleiðsluna við stívliga 1.000 MWh.
Økta avfalsøkið er ein km².
Verkmeistari er Sæmund Tausen.
Eind | Turbina | Generator | Ár | Effekt | Fallhædd m | Vatnnøgd | Miðal frammleiðsla |
m³/s við 1/1 last | MWh/ár | ||||||
1 | Francis/Sulzer | Leroy Sommer | 1998 | 1,4 | 223 | 0,74 | 2678 |