SEV   /   Um okkum   /   Elskipanin   /   Orkuverk   /   Neshagi

Neshagi

Neshagi

SEV fór undir vindorkuframleiðslu í 1993, tá ið ein Nordtank vindmylla varð sett upp í Neshaga. Hendan vindmyllan er 150 kW og er enn í rakstri, hóast hon er farin væl um væntaða livitíð.

Í 2005 setti SEV tríggjar Vestas V47 upp í Neshaga. Talan var um vindmyllur, ið vóru 45 metrar høgar og var tvørmátið á veingjunum 47 metrar. Tíverri fórust tvær av hesum vindmyllum um ársskiftið 2011/2012.

Í 2012 vóru tríggjar nýggjar ENERCON E44/900kW settar upp á Eystnesi. Talan her er um sera framkomnar vindmyllur, ið hóska væl til føroysk viðurskifti. Tað merkir í stuttum, at tær eru útgjørdar við útbúnaði, ið hóskar til tað føroyska veðurlagið sum t.d. Storm Control, ið ger, at vindmyllan ikki verður útkoblað við 25 m/s sum flest aðrar vindmyllur, men kann framleiða heilt upp til 28 m/s við fullum mátti, og verður mátturin síðan javnaður niður, inntil vindferðin er komin upp til 34 m/s. Vindmyllan hevur heldur ikki gear, og hevur tískil ”variabla” snúðningsferð, ið er millum 16 og 34 snúningar/min.

Sum áður nevnt, fórust tvær av Vestas vindmyllunum um árskiftið 2011/2012, og varð hetta grundað á feili í reguleringsútbúnaðinum. Staðfest er, at feilurin hevur verði síðan vindmyllurnar vóru nýggjar, men nú kláraðu tær ikki at standa ímóti mongu stormunum, ið vóru í seinna helmingi í 2011 og um árskiftið 2011/2012. Tí var avgjørt, at taka tí triðju Vestas vindmylluna niður og seta tvær ENERCON E44/900kW upp ístaðin.

Eind

Merki

Generator

ár

Effekt [MW] 

Mett miðal framleiðsla pr.ár [GWH]

1

Enercon E44

Enercon

2012

0,900

3,5

2

Enercon E44

Enercon

2012

0,900

3,5

3

Enercon E44

Enercon

2012

0,900

3,5

4

Enercon E44

Enercon

2012

0,900

3,5

5

Enercon E44

Enercon

2012

0,900

3,5

6

Nordtank

ABB

1993

0,150

0,45

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking