
Innalaga í Heygadali stendur Mýruverkið.
Rørleiðing er løgd frá Mýruverkinum 490 m upp gjøgnum hamrarnar omanfyri verkið. Har fer leiðingin inn bergið, og síðani er tunnil, ið er 1.120 m til longdar, sprongdur til byrgingina á Mýrunum, ið rúmar 4.100.000 m³.
Vatnið frá turbinuni á Mýruverkinum verður endurnýtt í turbinuni á Heygaverkinum.
Byrgingin á Mýrunum er 12 m høg og gjørd úr grótfyllu við einum betongveggi í miðjuni at tetta við.
Avfalsøkið er 8 km².
Eind  | Turbina  | Generator  | Ár  | Effekt  | Fallhædd m  | Vatnnøgd  | Miðal frammleiðsla  | 
m³/s við 1/1 last  | MWh/ár  | ||||||
1  | Francis/Voith  | ASEA  | 1961  | 2,4  | 239  | 1,3  |