SEV   /   Um okkum   /   Elskipanin   /   Orkuverk   /   Eiðisverkið

Eiðisverkið

Eiðisverkið

Við sjóvarmálan millum Eiðisbygd og Ljósáir stendur Eiðisverkið. Hetta verkið varð tikið í nýtslu tann 28. apríl í 1987. Á verkinum vóru í fyrstuni tvær Fransic turbinur á 6,5 MW. Tann var ikki fyrr enn í 2012, 25 ár seinni, at triðja turbinan bleiv tikin í brúk, og var hetta ein Francis 7,7 MW. Í 2013 vóru turbinurnar frá 1987, eftir at hava framleitt í nærum 26 ár, umbygdar og uppstigaðar til 7,2 MW. Hvør turbinan brúkar uml 5 m3 av vatni um sekundi, tá tær koyra fulla last. Fallhæddin á vatninum er 149,5m tá vatnið er fult.

Skamt frá verkinum er tunnil sprongdir inn í bergið. Úr honum er rørleiðing løgd 100 metrar oman til verkið. Hesin tunnilin fer niðan í Eiðisvatn, sum rúmar 17.000.000 m³. Vestursíðan um Breiðá er 22 metrar til hæddar og hin á suðursíðuni, 13 metrar til hæddar. Vatnstøðan á Eiðisvatni er við hesum hækkað úr 129,5 metrum omanfyri sjóvarmálan upp í hægstu vatnstøðu, sum er 149,5 metrar, og rúmar við hesum 16.000.000 m³ afturat.

Fyri at leiða sum mest av vatni í Eiðisvatn, vórðu í fyrstu atløgu boraðir tveir tunlar. Annar Norður á Dal – fýra kilometrar til longdar við 8 áarinntøkum – og hin suður til Norðskála - 6,5 kilometrar til longdar við 31 áarinntøkum. Annað byggistig, sum varð tikið alment í nýtslu hin 4. november 2000, leiðir vatnið frá Skarðánni norðanfyri Funning og frá Vesturdalsá vesturum í Eiðisvatn. Tilsamans eru boraðir uml 34 km av tunnlum. Tunlarnir eru 3,35 í diameturm og diameturin á slokunum, sum eru boraðar upp til áirnar, er 58 cm í diametur. Hetta seinna byggistigið hevði við sær, at Eiðisverkið í dag kann framleiða 22,1MW. Eiðisverkið framleiður í meðal 55.000-56.000 MWH um árið. Avfalsøkið er tilsamans 42,6 km² til víddar.

Tunlarnir,  sum eru boraðir frá Eiðisvatnið (vatngoymsluni) eru hesir:

Vestursíðan av Eysturoynni: Eiðisvatn norður á Dal -  Eiðisvatn suður á Garðsenda (Veðranes)

Vestanfyri: Eiðisvatn ytra Skarðsá Funning - og hagani suður til Vesturdalsá (millum Fjarða)

Verkmeistari er Olaf í Garði Joensen.

Eind

Turbina

Generator

Ár

Effekt MW

Fallhædd m

Vatnnøgd

Miðal

frammleiðsla

m³/s við

1/1 last

MWh/ár

1

Francis/Voith

Nebb

1987

6,7

149

5

17506

2

Francis/Voith

Nebb

1987

6,7

149

5

21468

3

Francis/Voith

TDPS

2012

7,7

149

5,7

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking