SEV   /   Um okkum   /   Elskipanin   /   Orkuverk   /   Botnur

Botnur

Botnur

Vatnorkustøðin í Botni var fyrsta elverk, sum framleiddi streym úr vatnorku í Føroyum.

Hetta verkið var tikið í brúk í 1921, og var tað Vágs Kommuna, sum stóð fyri hesum. Í fyrsta umfari var tað bert Vágur, sum fekk streym, men seinni var hetta útbygt til at lata streym til Tvøroyri og aðrar bygdir í oynni.

Í 1960 yvirtók SEV elverkið, sum tá hoyrdi til Suðuroyar Elverk.

Á vatnorkustøðini í Botni eru tvær turbinur – onnur ein 1,1 MW Pelton turbina, sum framleiðir orku úr Ryskivatni og hin ein 2,2 MW Fransisturbina, sum fær vatni úr Vatnsnesvatni.

Til Peltonturbinuna hoyra trý vøtn. Tað ovasta vatnið eitur Tindaliðvatn og goymir uml. 50.000 m³ vatn. Vatnið haðani rennur oman í Miðvatn, sum goymir o.u. 550.000 m³. Haðani rennur vatnið einar 100 m niður í Ryskivatn, sum tekur o.u. 350.000 m³.

Byrgingarnar eru gjørdar úr laðaðum gróti báðumegin við einum tetningskjarna í miðjuni úr leiri. Í 1994 fekk byrgingin um Ryskivatn ein 15 cm betongvegg móti vatnsíðuni. Vatnið úr Ryskivatni verður veitt í ein lítlan tunnil, sum er 1,5 m í tvørmáti – tann fyrsti, ið gjørdur er í Føroyum – síðan gjøgnum stálrør, sum vóru løgd í 2000, áðrenn tað fer inn í turbinuna.

Avfallsøkið er 2,4 km².

Tá ið Suðuroyggin var komin upp í Sev, varð elverkið víðkað til at taka vatn eystanfyri.

Ein nýggj orkustøð varð gjørd við sjóvarmálan við tveimum turbinum.

Ein byrging varð gjørd við Vatnsnesvatn í 180 m hædd, hon tekur o.u. 850.000 m³. Byrgingin er úr betongi - betongvegg og -platu - móti vatnsíðuni og laða við gróti móti luftsíðuni.

Avfalsøkið er 4,7 km².

Eind

Turbina

Generator

Ár

Effekt

Fallhædd m

Vatnnøgd

Miðal frammleiðsla

m³/s við

1/1 last

MWh/ár

1

Pelton/Voith

Siemens

1965

1,1

250

0,62

1869

2

Francis/Voith

Siemens

1966

2,2

180

1,7

2760

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking