SEV   /   Um okkum   /   Elskipanin   /   Orkuverk

Orkuverk

Sev hevur orkuverk kring alt landið. Hesi eru vatnorkuverk, oljurikin verk, tríggjar vindmyllulundir, ein sólorkulund umframt smáverk á útoyggjunum.

Í einum oyggjasamfelagi sum Føroyum - við 18 oyggjum - har bert ein er óbygd, hevur Sev sum elveitari nógv elverk og fleiri eykaelverk til at taka fyri at tryggja støðuga elveiting.

Sev keypir eisini orku frá øðrum veitarum, t.e. vindorku, sólorku og biogass. 

Besta vindorkuár higartil er 2023, tá 126 GWt vóru framleiddir inn á elnetið. Besta vatnorkuár higartil er 2015, tá 133 GWt vóru framleiddir inn á elnetið.

 

Býtið millum olju og burðardygga orku í elorkuframleiðsluni:

2026: 54% burðardygg orka í 1. hálvári

2025: 51% burðardygg orka

2024: 56,6% burðardygg orka

2023: 50,3% burðardygg orka

2022: 52% burðardygg orka

2021: 38% burðardygg orka

2020: 39% burðardygg orka

 

 CO2 útlát

2025: 166.478 tons

2024: 136.039 tons

2023: 151.928 tons