SEV   /   Um okkum   /   Elskipanin   /   Netið

Netið

Netið

Í Føroyum hava vit eitt sterkt og trygt elnet. Síðan byrjanina av nítiárunum er ein áhaldandi dagføring av elnetinum farin fram m.a. við at byggja nýggjar koplingarstøðir og at leggja linjur í kaðal fyri at verja elnetið móti ódnarveðri.

Í Vágum, Sandoy og Kallsoy eru allar linjur tiknar niður og kaðlar lagdir í staðin. Arbeiðið at leggja allar linjur í kaðal í Suðuroynni er komið væl áleiðis, og eftir ætlan verður hetta arbeiðið liðugt um tvey ár.

10 feilir í 2021
Í 2021 høvdu vit streym í kontaktini 99,998% av tíðini
Við ársenda 2021 vóru 217,6 km av loftlinju eftir í Føroyum. Restin er løgd í kaðal

Síðani miðvísa arbeiðið at leggja linjur í kaðal byrjaði, er talið av feilum á linjum og kaðlum minkað munandi.

Eftirspurningur eftir elorku er lægstur um náttina og um vikuskiftið. Hetta merkir, at tá eru ikki so nógvar framleiðslueindir, sum framleiða inn á netið.

Jólaaftan sæst, at nýtslumynstrið hjá fólki er eitt sindur øðrvísi enn vanligt. Tá er eftirspurningurin eftir elorku mestur, tá jóladøgurðin er í ovninum. Eftir tað, fellur eftirspurningurin aftur.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking