SEV   /   Um okkum   /   Elskipanin

Elskipanin

Elkervið er øll elskipanin, sum hon er, frá teimum stóru motorunum og vatnturbinunum á verkum, vindmyllunum í høgunum til linjur, kaðalar, transformarar og heilt til brúkaran - tín og mín - t.v.s. til stikkontaktina í køkinum.

Linjurnar og elsteyrarnir hjá SEV eru helst av teimum sterkast bygdu í heiminum, tí tey eru bygd til føroyska veðurlagið.

Elnýtslan ella ravmagnsmátturin á kervinum er avgerandi fyri, hvussu sterkt ella stívt netið er. SEV ger sostatt ikki einsamalt av, hvussu sterkt netið er roknað í ravmagnsstyrki. Tann avgerðin er eisini hjá brúkaranum, sum skapar tørvin, tá ið hann tendrar kontaktina og vil hava streym av netinum.

Lægsti mátturin á meginøkinum er um náttina, tá er hann 38-40 MW. Hægsti eftirspurningur er á middegi og aftur um kl. 17-18 á kvøldi, tá mátturin kemur upp ímóti 60-63 MW.

Tað rullandi inertiið í maskinunum á framleiðsluverkunum - t.e. at allir lutir hava lyndi til áhaldandi rørslu - skal alla tíðina syrgja fyri, at ein støðugur frekvensur á 50 Hz er á kervinum. Harumframt skulu aðrar reguleringsskipanir syrgja fyri, at spenningurin er støðugur. Kervið er mest viðbrekið um náttina. Serliga í vikuskiftum og halgidagar er kervið viðkvæmt, tí tá er mátturin lægstur.


Um elskipanina

Um elskipanina

Orkuverk

Netið

Netið

Framleiðslan kring landið

Framleiðslan kring landið

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking