Stuttar søgur frá SEV

Stuttar søgur frá SEV

SEV á Torradøgunum í Norðoyggjum

Hákun Djurhuus, stjóri og Terji Nielsen, menningarleiðari løgdu fram um grønu kósina í Spinnarínum í Klaksvík á Torradøgunum

Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, og menningarleiðarin hjá elfelagnum, Terji Nielsen, greiddu frá grønu kósini, tá SEV var við á Torradøgunum í Spinnarínum í Klaksvík leygardagin 23. februar 2019. Teir vístu á, hvør grøna gongda leiðin er frameftir við støði í tí grøna undirstøði, sum longu er lagt á elorkuøkinum.

Stjórin og menningarleiðarin viðgjørdu m.a., hvussu skilabest er at fara fram við grønum útbyggingum, pumpuskipanum, battarískipanum og orkugoymslum, og hvussu SEV áhaldandi heldur eyga við nýggjum møguleikum sum t.d. sjóvarfalsorku.

Hákun Djurhuus og Terji Nielsen umrøddu alstóra týdningin, at øll stig, sum verða tikin, verða grundað á ein skynsaman búskap. Harumframt er neyðugt at hjálpa brúkarunum at fremja orkuskiftið við grønum hita- og flutningsloysnum – t.e. hitapumpum og elbilum – staðfestu umboðini hjá SEV á Torradøgunum.

SEV hjálpti búfólkum á Karlamagnusarbreyt

Tað eydnaðist SEV at geva búfólkum á Karlamagnusarbreyt nýggjar hvítvørur eftir einum degi, eftir at eitt elbrek hevði oyðilagt køliskáp og uppvaskimaskinur

Eitt brek í elveitingini oyðilegði hvítvørurnar hjá búfólkunum á bústovninum á Karlamagnusarbreyt 34 í februar 2019. Málið gjørdist eitt tryggingarmál, sum dró nakað út, men SEV tók um endan og syrgdi fyri, at búfólkini fingu nýggj køliskáp og nýggjar uppvaskimaskinur eftir einum degi, tá búfólkini høvdu gjørt vart við, at málið var komið í drag.

Eitt brek í elskápinum, sum veitir íbúðunum á Karlamagnusarbreyt 34 el, hevði við sær, at hvítvørurnar fingu elskaða sunnudagin 24. februar. Talan var um átta køliskáp og átta uppvaskimaskinur, sum eftir ætlan skuldu umvælast sum tryggingarskaðar.

SEV var á staðnum beinanvegin 24. februar við stórari manning, sum fór í holt við at umvæla brekið. Harumframt hjálptu starvsfólkini hjá SEV búfólkunum at bjarga mati fyribils í felags frystiboks og køliskápi, umframt at SEV bjóðaði búfólkunum heitan mat.

SEV vann vindútboð í Porkeri

Nevndarformaðurin í SEV fegnaðist um møguleikan at fara undir elframleiðslu úr vindorku í Suðuroy, tá SEV á vári 2019 vann hetta vindútboðið í kapping við ein annan tilboðsgeva

- Skulu vit framhaldandi tryggja lægst møguligan elprís til gagns fyri vanliga føroyingin eins væl og vinnulívið og stovnar, er neyðugt við kapping við flest møguligum luttakarum um loyvini at framleiða elorku. Jú fleiri eru um boðið, lægri verður prísurin til gagns fyri alt samfelagið, segði John Zachariassen, nevndarformaður í SEV, tá ið Orka 29. mars 2019 almannakunngjørdi, at SEV hevði vunnið vindútboðið í Porkeri.

Í kappingini um loyvi at seta upp vindmyllur á tilsamans 6,3 MW oman fyri Porkeri, komu tvey tilboð inn. Annað boðið átti hollendski vindmylluframleiðarin EWT, sum beyð sær til at framleiða el fyri 34 oyru/kWt, og hitt boðið átti vindfelagið hjá SEV í Neshaga, sum bjóðaði 31,55 oyru/kWt.

Um alt gongur sum ætlað, fer vindmyllulundin at framleiða el úr vindorku í Porkerishaganum seinna hálvár 2020.

Bíligari streymur til elbilar og hitapumpur

Í 2019 gjørdist møguligt hjá hitapumpueigarum og elbilaeigarum at fáa bíligari streym til hesar grønu orkuloysnir


1. apríl 2019 var settur í gildi ein serligur elprísur á 1,39 kr./kWt íroknað mvg til hitapumpur og heimaløðistøðir til elbilar. Endamálið við bíligari elprísum til hitapumpur og heimaløðing av elbilum er at skunda undir skiftið frá oljuriknum hitaskipanum til burðardyggari hitaskipanir, og skiftið frá olju- og bensinriknum bilum til elbilar. Treytin fyri at fáa bíligari prís fyri streym til hitapumpu er fyrst og fremst, at sjálv hitapumpan er góðkend sambært Bygningskunngerðini 2017. Fyri at fáa serligan elprís fyri løðing av elbili er neyðugt, at bilurin verður løddur í einari heimaløðistøð, ið SEV góðkennir, og sum samskiftir við yvirskipaðu skipanina hjá SEV.

SEV skal kunna stýra løðingini bæði í tíð og effekt, soleiðis at løtt verður, tá minni trýst er á elskipanini. Hetta kallast snildløðing. Tað ber tó til hjá kundum at velja skundløðing ístaðin og á tann hátt løða bilin uttan fyri tey tíðarskeið, ið SEV ásetir. Hetta kostar 25 kr. eyka íroknað mvg. Neyðugt er við serstøkum málara og sjálvstøðugari eltalvu til hesar grønu orkuloysnir, so at SEV kann avrokna hitapumpur og elbilar fyri seg.

Støð 3 á Sundi reist

Arbeiðið at víðka Sundsverkið við Støð 3 byrjaði í 2017, og í mai 2019 var arbeiðið komið so væl áleiðis, at bjóðað var til reisigildi á Sundi

Hósdagin 16. mai 2019 var reisigildi hildið í nýggja bygninginum á Sundsverkinum, Støð 3, fyri teimum, sum hava verið partur av verkætlanini. Støð 3 dagførir og víðkar Sundsverkið soleiðis, at talan verður um eitt reint og trygt verk á Sundi, ið byggir brúgv ímillum eina farandi tíð við oljunýtslu og eina grøna framtíð við ongari olju.
SEV strembar áhaldandi eftir so nógvari grønari orku sum gjørligt. Tó er neyðugt at byggja Sundsverkið út við Støð 3, tí oljan verður framvegis neyðug tiltakstrygd, eisini tá elorkan á landi í Føroyum verður 100 prosent grøn í 2030.
Høvuðsendamálið við verkinum er at veita trygga orku til eina og hvørja tíð, eisini um grønar orkukeldur einaferð í framtíðini møguliga svíkja av breki ella onkrari aðrari orsøk. SEV yvirtekur væntandi Støð 3 í apríl 2020.

Ungur ph.d.-granskari útvegar SEV nýggja vitan

25 ára gamal ph.d.-granskari kannar støðufestið í føroysku elskipanini og borðreiðir úti í heimi við nýggjari vitan frá SEV

Hon eitur Helma Maria Tróndheim. Hon er 25 ár og útbúgvin orkuverkfrøðingur. Í 2018 fór hon í holt við eina slóðbrótandi ph.d.-verkætlan um støðufestið í komandi føroysku elskipanini, sum skal grundast á 100 prosent grøna elorku í 2030, sum fyri ein stóran part er óstøðug orka.
Helma Maria Tróndheim hevur higartil greitt tvær vísindaligar greinar úr hondum, sum hon í 2019 legði fram á tveimum ráðstevnum – “4th International Hybrid Power Systems Workshop” á Kreta í mai 2019 og í Aalborg í juni 2019 á ráðstevnuni "Cigre Symposium".
Helma Maria Tróndheim legði eisini fram á Arctic Circle í Reykjavík í oktober 2019. Ph.d.-verkætlanin verður liðug í 2021, tá verður ungi granskarin einans 27 ár og kann prýða seg við einum doktara heiti.

Landsstýrismaðurin hitti umboð fyri SEV

Nevnd og stjórn í SEV hittu nýggja landsstýrismannin í vinnu- og umhvørvismálum, Helga Abrahamsen, fáar dagar eftir, at nýggja landsstýrið tók við

Nevnd og stjórn í SEV høvdu strategiseminar 20. september 2019, har m.a. varð umrøtt, hvussu orkuøkið og serliga SEV verður viðgjørt í samgonguskjalinum hjá nýggju samgonguni, sum hevði tikið við fáar dagar frammanundan, 14. september.

Í hesum sambandi hevði nevndarformaðurin boðið nýútnevnda landsstýrismanninum í vinnu- og umhvørvismálum, Helga Abrahamsen, til morgunmatar og eitt prát á Hotel Runavík.

Umframt hetta, fekk landsstýrismaðurin eina stutta gjøgnumgongd av brúkarakanningini um orkuøkið, sum Lóður gjørdi fyri SEV fyrra hálvár 2019. Í kanningini kemur til sjóndar, at 89 prosent av teimum spurdu taka undir við, at vit í Føroyum arbeiða fram ímóti at gerast leys av oljuni, men at privatfólk samstundis aftra seg við at seta tiltøk í verk í egnum bústaði, tí at tey sakna kunning og vegleiðing um m.a. elbilar og serliga hitapumpur.

Landsstýrismaðurin var fegin um at fáa innlit í ítøkilig hagtøl um, hvussu hugburðurin hjá fólki er, og hvat tørvur er á fyri at koma víðari.

Nevnd og stjórn ynsktu landsstýrismanninum blíðan byr og hepna hond, og avtalað varð at stremba eftir góðum og opnum samskifti partanna millum.

Sjóvarfalsætlan fekk ES-stuðul

Royndarverkætlanin við sjóvarfalsorku í Vestmannasundi, sum SEV og svenska fyritøkan, Minesto, samstarva um, fekk á sumri 2019 2,5 milliónir evrur í stuðli úr ESgrunninum, Horizon 2020

Hetta eru sera góð tíðindi fyri Minesto og samstarvið við SEV um sjóvarfalsorku í Føroyum. ES vísir enn einaferð, at tey hava álit á okkara slóðbrótandi tøkni og ætlanunum at verkseta nýggja tøkni, segði Dr. Martin Edlund, forstjóri í Minesto, tá boðini um stuðulin úr Horizon 2020 komu.

Minesto fekk eisini 50.000 evrur úr Horizon 2020 í juni 2018.

Talan er um eina royndarverkætlan í Vestmannasundi, har sonevndir Deep Green drekar, ið eru festir í eitt søkk á botni, og sum sveima runt í sjónum í einum 8-tali, framleiða elorku. Drekarnir verða ætlandi settir út í Vestmannasund fyrra hálvár 2020.

Øll arbeiði í sambandi við verkætlanina verða boðin út altjóða, og stórur áhugi hevur verið frá veitarum úr øllum heiminum at vera við í verkætlanini í Føroyum.

Forsætisráðharrin vitjaði SEV

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, vitjaði SEV saman við Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, á Føroyaferðini hjá forsætisráðharranum í november 2019

Leiðin gekk m.a. til Vestmannar, tá Mette Frederiksen, forsætisráðharri, vitjaði løgmann í november 2019. Forsætisráðharrin og løgmaður tóku sær stundir til at støkka inn á gólvið á Mýraverkinum og til at hyggja nærri at orkuframleiðsluni í Vestmannaøkinum.

Undir vitjanini á verkinum og uppi á Mýrunum greiddu umboð fyri SEV frá orkuútbyggingunum og framtíðarætlanum í økinum. Næsta stigið er at byggja eina pumpuskipan inn í fjallið, sum bæði skal pumpa vatn úr byrgingini í Heygadali niðan aftur í byrgingina á Mýrunum, og sum samstundis er ætlað at verða ein framleiðsluskipan við einum nýggjum vatnorkuverki.

Nógv fjølmiðlafólk fylgdu Mette Frederiksen, og hóskvøldið 7. november var eitt innslag í høvuðstíðindasendingini hjá TV2 úr Vestmanna, har m.a. greitt var frá ætlanunum hjá SEV um at byggja pumpuskipan. Forsætisráðharrin tók í TV2 pumpuskipanina fram sum áhugavert dømi um grøna orku. Mette Frederiksen segði, at vit síggja her, at meðan onnur tosa um at skapa grøna orku, so gera vit tað í Norðurlondum og í Ríkisfelagsskapinum.

MEST heldur vindmyllurnar við líka

SEV fegnast um, at ENERCON í 2019 gjørdi avtalu við MEST um at halda vindmyllurnar við líka. Tað er týdningarmikið, at viðlíkahaldið er staðsett í Føroyum


Týski vindmylluframleiðarin ENERCON og MEST skrivaðu á heysti 2019 undir avtalu um eftirlit og viðlíkahald av týsku vindmyllunum í Føroyum.

- Vit fegnast um avtaluna millum MEST og ENERCON. Tað hevur stóran týdning fyri framleiðsluna av grønari orku í Føroyum, at serfrøðingar eru í landinum, sum kunnu taka um endan beinanvegin, um brek er á myllunum. Á tann hátt fer minst møgulig vindorka fyri skeytið, tá møguligt brek er á myllunum, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

SEV hevur havt avtalur við ENERCON um viðlíkahald av vindmyllunum í Húsahaga og í Neshaga, síðani tær vóru settar upp. Tær avtalurnar høvdu við sær, at serfrøðingar skuldu ferðast úr útlondum til Føroyar at umvæla myllurnar.

- Avtalan er eisini eitt greitt tekin um, at ENERCON er sinnað at tryggja sær fótafesti í Føroyum, sigur Hákun Djurhuus.

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2019
Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2019
Tak niður fulla versjón
Ársroknskapur 2019
Ársroknskapur 2019
Tak niður roknskapartøl
Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking