Starvsfólk á KT-varðhaldi

Starvsfólk á KT-varðhaldi

Øll starvsfólk hjá SEV vóru í 2019 til eina roynd í KT-trygd, sum KT-deildin skipaði fyri. Tilvitskan um týdningin av KT-trygdini skal áhaldandi mennast hjá starvsfólkahópinum.

KT-brotsfólk fara miðvíst eftir starvsfólkunum, tá tey royna at útvega sær atgongd til KT-skipanir hjá stórum fyritøkum.

SEV roynir tí áhaldandi at menna tilvitskuna hjá starvsfólkunum um at vera ansin – at vera á KT-varðhaldi. Øll starvsfólk hjá SEV vóru í 2019 biðin um at taka eina talgilda roynd um KT-trygd, sum KT-deildin skipaði fyri. Harumframt skipaði KT-deildin fyri upplýsandi tiltøkum á ymisku arbeiðsplássunum hjá SEV kring landið.

- KT-trygd snýr seg um alt frá einum góðum vana at læsa telduna, tá tú fert frá henni, og til sum heild at vera varin á netinum og sosialum miðlum. Starvsfólk, sum eru gáloysin við KT-trygdini, eru í roynd og veru ein hóttan ímóti fyritøkuni, uttan at tey vita av tí, sigur Niels Hansson, KT-leiðari hjá SEV.

Hann vísir á, at einki hol skal vera í KT-skipanini, og starvsfólk, sum eru tilvitað um KT-trygd, eru ein munagóður háttur at fyribyrgja holum í KT-skipanum. Áhaldandi upplýsing um KT-trygd og støðugt eftirlit við KT-førleikunum og tilvitskuni hjá starvsfólkahópinum verður rópt “Awareness”, ið er ein altjóða viðurkendur arbeiðsháttur, sum KT-leiðslur brúka.

- Vit leita alla tíðina eftir møguligum veikum liðum í skipanini fyri at styrkja teir, sigur Niels Hansson, KT-leiðari hjá SEV.

“Einki hol skal vera í KTskipanini, og starvsfólk, sum eru tilvitað um KT-trygd, eru ein munagóður háttur at fyribyrgja holum í KTskipanum”

Niels Hansson, KT-leiðari.

Elskipanin hjá SEV – bæði elframleiðsla og elnet – er vorðin alt meira knýtt at KT seinastu 20 árini. Seinnu árini er KT eisini vorðin ein týðandi partur av sam- skiftinum við kundarnar t.d. ígjøgnum fjaravlisnar elmálarar og sjálvavgreiðsluna á heimasíðuni.

KT-trygdin hjá SEV er í tráð við ISO 27001 leistin um KT-trygd, og KT-virksemið hjá elfelagnum er skipað sambært galdandi føroyskari lóggávu og samsvari við ES-fyriskipanina um dátuvernd Genereral Data Protection Regulation (GDPR).

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2019
Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2019
Tak niður fulla versjón
Ársroknskapur 2019
Ársroknskapur 2019
Tak niður roknskapartøl
Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking