Sjóvarfallið kann fáa sera stóran týdning

Sjóvarfallið kann fáa sera stóran týdning

Fyribils kanningar vísa, at sjóvarfallið kann fáa stóran týdning fyri føroysku elskipanina, tá tað búskaparliga loysir seg.

Um tað búskaparliga fer at loysa seg at framleiða elorku úr sjóvarfallinum, so verður sjóvarfalsorkan ein týðandi orkukelda í framtíðini. Tað vísa fyribils úrslit av kanningum, ið eru gjørdar sum partur av ph.d.-verkætlanini um støðufesti í føroysku elskipanini, sum verður bygd út við lutfalsliga nógvum óstøðugum orkukeldum í komandi árum.

- Sjóvarfalsorkan er bert ein lítil partur av ph.d.- verkætlanini, men úrslitini higartil vísa, at sjóvarfalsorkan kann fáa stóran týdning fyri elskipanina, sigur Helma Maria Tróndheim, ph.d.-granskari.

Sjóvarfalsorka er støðugasta orkukeldan á okkara leiðum, tá talan er um varandi orku, tí tað ber altíð til neyvt at spáa um, hvussu hart rákið verður kring oyggjarnar. Tað er ymiskt, hvussu tað rekur á ymsu firðunum, so um sjóvarfalsturbinurnar verða spjaddar kring oyggjarnar, verður møguligt at hava sjóvarfall sum ein støðugan part av varandi orkukeldunum í framtíðini.

“Sjóvarfalsorka er støðugasta orkukeldan á okkara leiðum, tá talan er um varandi orku, tí tað ber altíð til neyvt at spáa um, hvussu hart rákið verður kring oyggjarnar”
Mett Sjóvarfalsorka
150
MW
Tá mest eftirspurningur er eftir elorku í Føroyum, er framleiðslan oman fyri 60 MW.

SEV hevur saman við svenska felagnum, Minesto, sum er millum fremstu mennarar av havorkutøkni, sett skjøtil á eina royndarverkætlan við sjóvarfalli í Vestmannasundi. Tøknin, ið nýtt verður, er drekar, ið eru festir í eitt søkk á botni, og sum sveima runt í sjónum í einum 8-tali. Á drekunum situr ein turbina við einari skrúvu, sum í ferðini melur og framleiðir elorku.

Altjóða viðurkendir serfrøðingar meta, at á allari jørðini er sjóvarfalsorka svarandi til 80 GW, og at nøgdin av sjóvarfalsorku kring Føroyar er tilsamans 1 GW. Av hesum ber væntandi til at gagnnýta 15-20 prosent, sum svara til 150-200 MW. Til samanberingar kann nevnast, at tá mesti eftirspurningur er eftir elorku í Føroyum, er framleiðslan tilsamans oman fyri 60 MW.

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2019
Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2019
Tak niður fulla versjón
Ársroknskapur 2019
Ársroknskapur 2019
Tak niður roknskapartøl
Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking