Heimsmálini hjá ST verða enn størri partur av virkseminum hjá SEV

Heimsmálini hjá ST verða enn størri partur av virkseminum hjá SEV

Tey 17 heimsmálini hjá ST um burðardygga menning vórðu einmælt samtykt í ST í 2015. Endamálið við heimsmálunum er at fáa allar heimsins tjóðir at seta sær mál um burðardygga menning tey komandi 15 árini, og saman at arbeiða fram ímóti einum betri heimi í 2030.

Hvørt av teimum 17 málunum hevur undirmál, sum koma nærri inn á, hvørji tiltøk verða mett neyðug fyri at røkka málunum.

Heimsmálini og umhvørvisatlit eru serliga viðkomandi og samstundis ein serlig avbjóðing og ábyrgd hjá orkufyritøkum kring heimin.

Síðani 2008 hevur SEV arbeitt miðvíst við umhvørvisvernd og setti m.a. á stovn deild fyri heilsu, trygd og umhvørvi. Heimsmálini eru eitt amboð til at arbeiða enn miðvísari og at taka heildina við.

Í 2014 settu nevnd og leiðsla í SEV sær tann málsetning, at øll elframleiðsla á landi skal vera 100 prosent burðardygg í 2030. Sostatt hevur SEV síðani 2014 arbeitt miðvíst og tilvitað eftir málsetningi í tráð við heimsmál 7 og 13, sum snúgva seg um ávikavist burðardygga orku og veðurlagsátøk.

Kjarnuuppgávan hjá SEV er at veita øllum føroyingum streym. SEV skal halda veitingartrygdina og veitingarskylduna við høgari elgóðsku og støðugari streymveiting út í hvønn krók í samfelagnum alt samdøgrið, árið runt.

Veitingarskyldan, veitingartrygdin og harafturat samhaldsfasta prísskipanin hjá SEV eru í tráð við undirmál 7.1, sum staðfestir: ”Innan 2030 skal øllum vera tryggjað atgongd til álítandi og framkomna elveiting fyri ein sámuligan kostnað.”

SEV hevur eisini átikið sær ein týðandi leiklut í strembanini eftir at fáa gongd á tað orkuskiftið, sum mett verður neyðugt, skulu Føroyar flyta seg longur og skjótari yvir á burðardyggar loysnir innan flutning og upphiting av bústøðum og bygningum. Hetta eitt nú við at seta infrakervi við almennum løðistøðum til elbilar upp kring landið, við ókeypis løðing í eini royndartíð, umframt at læna elbilaeigarum heimaløðistøðir, og í samstarvi við myndugleikarnar at lata bíligari streym til hitapumpur og heimaløðing av elbilum.

GRANSKING OG SAMSTARV

Miðvísa menningar- og granskingararbeiðið, sum SEV hevur verið partur av seinastu árini, er somuleiðis í tráð við heimsmálini. Talan er um granskingarverkætlanir í nýggjum burðardyggum loysnum, og um samstarv við útlendskar veitarar og granskarar um royndarverkætlanir, sum við tíðini kunnu gagna elskipanum í øðrum oyggjasamfeløgum og úti kring heimin.

HEIMSMÁLINI PARTUR AV DAGLIGA ARBEIÐINUM

Við tí ábyrgd, sum eitt orkufelag hevur, og ásannandi, at øll smá tiltøk og allir broyttir vanar í dagliga virkseminum, sum taka størri atlit til burðardygd og umhvørvisvernd, gera mun, er avgerð tikin um at arbeiða meira skipað við heimsmálunum.

Hetta merkir, at ikki bara elframleiðslan skal verða burðardygg, men at vit hjá SEV í enn størri mun skulu hugsa burðardyggar loysnir og burðardyggar avgerðir inn í alt okkara dagliga virksemi.

Starvsfólk hava verið á skeiði í verkseting av heimsmálunum, og ein bólkur er settur til at arbeiða við hesum málsetningi í 2020. Bólkurin hevur fingið til uppgávu at koma við tilmælum um, hvussu heimsmálini kunnu gerast ein enn meira ítøkiligur og natúrligur partur av gerandisdegnum í allari fyritøkuni.

HEIMSMÁL 7

Undirmál:

7.1 Fyri 2030 verður tryggjað, at øll fáa álítandi og tíðarhóskandi orkutænastur fyri ein rímiligan kostnað

7.2 Fyri 2030 skal parturin av varandi orku í alheimsliga orkublandinum økjast, so tað munar

7.3 Fyri 2030 veður ferðin á ábótum í orkueffektiviteti um allan heim tvífaldað

7.a Fyri 2030 skal altjóða samstarvið økjast fyri at lætta um atgongdina til gransking í reinari orku og tøkni, eisini varandi orku, orkueffektivitet og framkomnari og reinari fossil-brennievnistøkni og fyri at virka fyri íløgum í orkuundirstøðukervi og reina orkutøknifrøði

7.b Fyri 2030 skal undirstøðukervið víðkast og tøknin verða dagførd fyri at útvega tíðarhóskandi og burðardyggar orkutænastur í øllum menningarlondum, serstakliga í teimum minst mentu londunum, smáoyggja menningarlondum og menningarlondum, sum ikki sleppa til sjógv, í samsvari við teirra ymisku stuðulsskráir

HEIMSMÁL 13

Undirmál:

13.1 Styrkja mótstøðumegina og evnini at laga seg eftir váðum, sum elvdir eru av veðurlags- og náttúruvanlukkum í øllum londum.

13.2 Flætta tiltøk í sambandi við veðurlagsbroytingar inn í landspolitikk, virkisskráir og virkisætlanir.

13.3 Bøta um undirvísing, kunnleika og førleika hjá fólki og stovnum at mótvirka, laga seg eftir og avmarka skaða av veðurlagsbroytingum og í góðar tíð at ávara um verðulagsbroytingar.

13.a Seta í verk tað, ið ídnaðarlond hava bundið seg til at fremja við ST-rammusáttmálanum um veðurlagsbroyting, sum hevur sum mál í felag at útvega $100 milliardir árliga fyri 2020 frá øllum keldum fyri at nøkta tann tørv, menningarlond hava, saman við týðandi atgerðum og gjøgnumskygni við at seta í verk og til fulnar fáa Grøna veðurlagsgrunnin at virka við fíggjargrundarlagi grunsins sum skjótast.

13.b Menna mekanismur, sum bøta um førleikan at skipa fyri virkisførum ætlanum og umsitingum, sum hava samband við veðurlagsbroytingar í teimum minst mentu londunum og smáoyggjum í menning, eisini við serligum denti á kvinnur, ungfólk og staðheft og lítilsgjørd samfeløg.

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2019
Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2019
Tak niður fulla versjón
Ársroknskapur 2019
Ársroknskapur 2019
Tak niður roknskapartøl
Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking