Grøna elorkan 40% í 2019

Í 2019 gjørdist serliga sjónligt, at føroyska samfelagið hevur átrokandi tørv á næstu vindmyllulundini. Eftirspurningurin eftir elorku øktist 9,7 prosent í 2019, men grøna elframleiðslan minkaði úr 48,8 prosentum í 2018 niður í 40,4 prosent í 2019.

Meginøkið
Yvir
80%
17,2 dagar
100%
5,9 dagar
Miðal vindferðin í Húsahaga í 2019 var 8,1 metrar um sekundið, og í Neshaga 9,1 m/sek. Árið fyri vóru tølini ávikavist 8,8 m/sek og 9,6 m/sek.
Elframleiðsla 2019

Miðal vindferðin í Húsahaga í 2019 var 8,1 metrar um sekundið, og í Neshaga 9,1 m/ sek. Árið fyri vóru tølini ávikavist 8,8 m/sek og 9,6 m/sek.

- 40 prosent í grønari elframleiðslu í 2019. Tað kann ikki ganga nóg skjótt at reisa næstu vindmyllulundina. Soleiðis ljóðar stutta niðurstøðan hjá Hera Mortensen, deildarstjóra fyri elframleiðsluni hjá SEV, tá hann umrøðir tølini fyri elframleiðsluna í 2019.

Elframleiðslan úr varandi orkukeldum minkaði úr 171,9 GWt í 2018 niður í 156,1 GWt í fjør. Tað er ein lækking á 9,1 prosent í grønu framleiðsluni eftir einum ári. Samstundis øktist eftirspurningurin eftir elorku 9,7 prosent – úr 352 GWt í 2018 upp í 386,1 GWt í 2019. Bæði í 2018 og 2017 øktist eftirspurningurin eftir elorku 5,3 prosent sammett við undanfarin ár, tá grøna elframleiðslan bæði árini var umleið 50 prosent.

Í 2019 stavaðu 52,6 GWt frá vindorkuni, og 103,5 GWt fingust burtur úr vatnorkuni. Restin – 230 GWt – kom frá oljuriknu verkunum. Tað svarar til 60 prosent av samlaðu elframleiðsluni í 2019 á 386,1 GWt, ið er hægsta elframleiðsla nakrantíð.

“18 MW vindorka svarar til hálvtannað tangaskip av olju – ella við øðrum orðum 40 milliónir krónur í spardum oljuútreiðslum”

ORSØKIN ER GREIÐ

Orsøkin til afturgongdina í grønu tølunum er m.a. at finna í tí sannroynd, at 2019 var turrasta árið seinastu fimm árini. Haraftrat var eisini væl minni av vindi í 2019. Kortini lá grøna elframleiðslan í meginøkinum oman fyri 80 prosent í 17,2 dagar í fjør, og í 5,9 dagar var elframleiðslan í meginøkinum 100 prosent grøn.

- Tølini vísa greitt tørvin á fleiri vindmyllum. Um vit t.d. høvdu havt eina 18 MW vindmyllulund í rakstri alt 2019, so kunnu vit varliga meta, at grøna elframleiðslan hevði ligið uppi á 53 prosentum, hóast eftirspurningurin eftir elorku øktist 9,7 prosent, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri hjá SEV.

Hann vísir við støði í tølunum frá 2019 á, at 18 MW vindorka svarar til hálvtannað tangaskip av olju ella við øðrum orðum 40 milliónir krónur í spardum oljuútreiðslum. Tí fegnast Heri Mortensen samstundis um, at fleiri vindmyllulundir eru settar á breddan.

SEV fer í næstum at seta upp eina 18 MW vindmyllulund á Eiði, eftir at SEV heystið 2019 vann vindorkuútboðið á Eiði, og haraftrat fer SEV at seta upp eina 6 MW vindmyllulund í Porkeri, har elfelagið eisini vann eitt vindorkuútboð í 2019. Harumframt er ein 18 MW vindmyllulund ávegis í miðstaðarøkinum.

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2019
Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2019
Tak niður fulla versjón
Ársroknskapur 2019
Ársroknskapur 2019
Tak niður roknskapartøl
Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking