Góð starvsbyrjan hevur avgerandi týdning

Góð starvsbyrjan hevur avgerandi týdning

Tað er týðandi fyri trivnaðin, at byrjanin í einum starvi er góð, ikki minst í góðum tíðum, tá eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi er stórur

“You never get a second chance to make a first impression”.

Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari í SEV, vísir á hetta enska orðafellið, tá hon verður spurd, hvønn týdning ein góð byrjan á einum nýggjum arbeiðsplássi hevur. Á altjóða yrkismáli nevnist hetta hugtakið “onboarding”, og eitt hóskandi føroyskt orð kundi verið “mynstring”, sum vit kenna frá sjóvinnuni.

- Vit skulu sum arbeiðspláss gera okkara allarbesta, tá ið vit taka ímóti nýggjum starvsfólkum. Fyrsta myndin, starvsfólk fáa av nýggja arbeiðsplássinum, kann fáa stóran týdning fyri eftirtíðina, sigur Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari í SEV.

Hon vísir m.a. á altjóða kanningar, sum lutvíst lýsa hesi viðurskifti. Hagtøl úr bókini Onboarding vísa, at 25 prosent av nýggjum starvsfólkum gevast í starvinum innan eitt ár, og 22 prosent av hesum fólkum eru givin innan 45 dagar. Hon leggur tó dent á, at hesi tøl ikki eru galdandi fyri SEV.

- Tað er kortini skilagott at hava hesar kanningar í huga, tí tær lýsa stóra týdningin, góða mynstringin hevur fyri nýggj starvsfólk. Ikki minst tá arbeiðsloysið er lágt, tí tá verður sagt, at minni skal til, áðrenn starvsfólk leita sær nýggjar leiðir, staðfestir Bergtóra Høgnadóttir.

- Øll skulu kenna á sær, at júst teirra leiklutur er viðkomandi, og at tey sum persónar hava týdning fyri SEV. Hetta skal vísast í verki, sigur Bergtóra Høgnadóttir.

GÓÐA BYRJANIN

SEV kýtir seg at geva starvsfólkum eina góða byrjan, so at fólk kenna seg væl. Starvið skal vera innihaldsríkt, og nýggj starvsfólk skulu beinanvegin hava kensluna, at tey geva eitt íkast.

- Fær nýggja starvsfólkið eina byrjan, sum ber brá av líkasælu frá arbeiðsgevaranum, er byrjanin minni væleydnað, enn um tey verða møtt við einum brosi og “Vælkomin, vit hava glett okkum at hitta teg”. Motivatión og yvirkskipað mál eru týðandi faktorar, sigur Bergtóra Høgnadóttir.

Tað er sostatt m.a. eisini týdningarmikið, at SEV kunnar nýggja starvsfólkið um øll grundleggjandi viðurskifti. T.d. at øll elorka á landi skal vera grøn í 2030, og hvussu starvsfólkini lyfta í felag fyri at røkka hesum máli.

Hon sipar eitt nú til, at tað er týdningarmikið, at skrivstovan er klár, og kunning er løgd á intranetið um, at nýggja starvsfólkið byrjar – í stuttum, hvør viðkomandi er, og hvørjar royndir nýggja starvsfólkið hevur við sær.

Starvsfólkahópurin 2019

Í 2019 fingu 221 fólk útgjald gjøgnum lønaskipanina hjá SEV. Í hesum talinum er 9(11) fólk, sum hava fingið útgjald í sambandi við nevndararbeiði, 4(4) tænastumannaeftirlønir, 47(54) hjálparfólk, avloysarar og fólk í tíðaravmarkaðum starvi umframt tey 161(156) fólkini í føstum starvi hjá SEV.

Býti av starvsfólkum
Myndin vísir, hvussu tey 161 starvsfólkini í føstum starvi við árslok 2019 eru býtt út á eindirnar.
Starvsfólk í føstum starvi
Stabbamyndin vísir, starvsfólk í føstum starvi við ársenda 2009 - 2019.
Starvsaldur
Miðalstarvsaldurin er 14,6 ár. Í 2019 høvdu 40 (37) fólk ella 25% av starvsfólkunum starvast hjá SEV í 25 ár ella meira.
Aldur
Miðalaldurin í starvsfólkahópinum er óbroyttur í mun til 2018. Við árslok 2019 vóru 40 (38) starvsfólk 60 ár og eldri.

BYRJANIN TÝÐANDI FYRI SEV

Aloftast hava deildarleiðarin og HR-leiðarin eitt prát við nýggja stavsfólkið, tá tveir til tríggir mánaðir eru farnir.

- Í hesum samrøðum kanna vit eftir, um starvssetanin er í samsvari við tað, sum partarnir væntaðu av hvørjum øðrum. Her finna vit eisini út av, um neyðugt er at gera tillagingar. Sjálvandi er eisini ynskiligt, at vit geva hvørjum øðrum viðurkenning, serliga so at starvsfólkið veit, hvat viðkomandi hevur gjørt væl, greiðir HR-leiðarin frá.

Bergtóra Høgnadóttir sigur, at nýggj starvsfólk koma inn við nýggjum eygum, og tí kunnu tey ofta undrast og vísa SEV á viðurskifti, har tað er hóskandi at broyta eitthvørt.

- Tað er eisini greitt, at tá starvsfólk siga seg úr starvi, kann tað vera sera kostnaðarmikið fyri arbeiðsplássið og starvsfelagar, sum kunnu fáa eyka arbeiði. Starvsskifti kosta pengar og orku, og tí er tað serliga ørkymlandi, um tað hendir við stuttum millumbilum, sigur Bergtóra Høgnadóttir.

Samanumtikið staðfestir HR-leiðarin, at tað altíð loysir seg at geva nýggjum starvsfólkum eina góða byrjan, og hetta fer SEV framhaldandi at seta sjóneykuna á.

- Í hesum sambandi loyvi eg mær at vísa á, at starvsaldurin í SEV er høgur. Vit hátíðarhalda javnan bæði 25 og 40 ára starvsdagar. Tað borgar fyri trivnaði, og hetta er í góðum samsvari við okkara trivnaðarkanningar, sum vísa, at starvsfólkahópurin trívist væl, sigur Bergtóra Høgnadóttir at enda.

SEV missir – tá ið góð fólk siga upp

STARVSFELAGAR MISSA

  • Meiri arbeiði, meðan bíðað verður eftir nýggjum starvsfelaga
  • Ein sparringarpartur hvørvur
  • Stillstøða og tómrúm, meðan tíð fer til at læra nýggjan starvsfelaga upp
  • Ætlanir og verkætlanir útsettar
  • Demotiverandi

BÚSKAPARLIGUR MISSUR

  • Lýsingakostnaður
  • Tíð til orðing av nýggjum lýsingum
  • Arbeiðstíð til setanarbólk
  • Hølisleiga til setanarsamrøður fyri at tryggja trúnaðarviðurskifti
  • Tíð setast av til starvsbyrjan
  • Persónsmenskukanningar
“Vit hátíðarhalda javnan bæði 25 og 40 ára starvsdagar. Tað borgar fyri trivnaði, og hetta er í góðum samsvari við okkara trivnaðarkanningar, sum vísa, at starvsfólkahópurin trívist væl”

Dronningens fortjenstmedalje fyri 40 ár í SEV

Kurt Andersen, leiðandi montørur, fekk í oktober 2019 heiðursmerki frá Margrethu drotning fyri trúgva tænastu hjá SEV í 40 ár

Tað er stórur heiður at fáa slíka viðurkenning fyri sítt arbeiði, men sanniliga eisini stórur heiður fyri SEV, at fólk støðast her so væl og so leingi, segði Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, í røðu síni fyri Kurt Andersen, tá hann fekk dronningens fortjenstmedalje fyri 40 ár í starvi hjá SEV.

Í 40 ár hevur Kurt Andersen verið við til at byggja, halda við líka og dagføra elnetið hjá føroyingum. Kurt Andersen fór sum 15 ára gamal í fyribilsstarv sum linjumaður, og hann var beinanvegin sendur í fjøllini at seta linjur upp. Í hesum starvi ferðaðist hann kring allar Føroyar.

Eg havi ikki tal á, hvussu ofta eg havi verið úti og arbeitt upp á linjur á jólum. Men soleiðis er ikki longur. Nú er so stórur partur av netinum lagdur sum kaðlar, so tað er bert hendingaferð, at veðrið ávirkar streymin, sigur Kurt Andersen.

Serliga arbeiðið í fjøllunum hóvaði Kurt Andersen væl, hóast tað mangan var øgiliga krevjandi og stríggið á vetrartíð at skula út at arbeiða í illveðri, tá øll onnur leitaðu sær inn.

- Mær hevur altíð dámt væl hart, kropsligt arbeiði, friðin í fjøllunum og teir góðu starvsfelagarnar, sigur Kurt Andersen.

Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2019
Ársfrágreiðing og ársroknskapur 2019
Tak niður fulla versjón
Ársroknskapur 2019
Ársroknskapur 2019
Tak niður roknskapartøl
Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking