Hevur tú illgruna um, at málarin telur skeivt, set teg í samband við Kundatænastuna á tlf. 34 68 00.
Tú hevur altíð møguleika at fáa málaran kannaðan.
GG! Er einki brek á málaranum og telur hann rætt, rindar tú fyri hesa kanning.
Málarin mátar alla tína elnýtslu. Allarflestu málarar í dag kunnu fjaravlesast, og tær nýtist einki at gera, tí upplýsingarnar verða sendar beinleiðis til SEV. Hesar upplýsingar um tína elnýtslu verða brúktar til at rokna út mánað fyri mánað, hvussu nógv, tú skalt rinda.
Á MíttSEV sært tú rokningarnar, sum vit hava sent tær, og har ber eisini til hjá tær at fylgja við, hvussu nógvan streym, tú nýtir.
Málarar til fyribils elinnleggingar, t.d. byggistreym, kunnu ikki fjaravlesast. Hevur tú ein tílíkan málara, skalt tú lesa hann av mánaðarliga og senda okkum upplýsingarnar, soleiðis at tín elnýtsla verður rætt avroknað. Les meira um fyribilsinnleggingar
Hevur tú illgruna um, at málarin telur skeivt, set teg í samband við Kundatænastuna á tlf. 34 68 00.
Tú hevur altíð møguleika at fáa málaran kannaðan.
GG! Er einki brek á málaranum og telur hann rætt, rindar tú fyri hesa kanning.
Onkrir málarar hava eina ljósdiodu, sum kann lýsa reytt. Vanliga verður hon nullstillað sjálvvirkandi. Er reyða ljósið ikki sløknað eftir tvær vikur, set teg tá í samband við okkum.
Sig okkum frá beinanvegin, um skermurin á málaranum er blankur, ella um tú hevur illgruna um brek á málaranum.
Set teg í samband við okkum beinanvegin á tlf. 34 68 00.
Nei, tú hevur ikki heimild sjálv/ur at flyta málaran. Set teg í samband við løggildan elinnleggjara.
Er málarin hjá tær fjarslitin, er neyðugt hjá okkum at 'aktivera' hann, so at tú fært sett hann til aftur. Tað gert tú soleiðis:
Málarin klikkir einaferð, tá hann er settur til aftur.
Ymiskt er, hvar knøtturin situr. Niðanfyri eru dømi:
Longu í 2004 byrjaði SEV at nýta fjaravlisnar málarar. Í 2006 varð avgjørt at fara undir at skifta út allar málararnar í Føroyum. Hetta skiftið vardi uml. 10 ár, m.a. fyri at kunna fylgja við tøknligu menningini á økinum. Hetta merkir, at fleiri ymisk sløg av fjaravlisnum málarum eru settir upp heima hjá fólki og á stovnum og vinnuvirkjum. Hesir málararnir hava somuleiðis ymiskar funkur og útsjónd, umframt at samskiftistøknin í málarunum er ymisk.
Uttan mun til, hvat slag av málara, tú hevur, eru nakrar grundleggjandi funkur, sum allir hava:
SEV skiftir málarar út regluliga. Hetta er ein natúrligur partur av okkara rakstri, og ikki tí at tínum málara bagir nakað. Hongur málarin innandura, seta vit okkum í samband við teg fyri at avtala, nær tað liggur fyri at skifta málaran. Málaraskiftið er ókeypis.
Óljóð ella órógv á elnetinum kann hava við sær, at vit ikki fáa samband við málaran hjá tær. Tí kann koma fyri, at vit meta um tína elnýtslu. Tá vit so aftur fáa samband við málaran, verður hetta rættað aftur. Tú sært altíð á rokningini, um talan er um metta nýtslu ella veruliga avlisna nýtslu.
Vit miða altíð ímóti at fáa samband við málararnar so skjótt sum gjørtligt. Av og á kann tað taka tíð, og onkuntíð kann koma fyri, at vit biðja teg lesa málaran av, soleiðis at vit kunnu avrokna rætt.