SEV   /   Húsarhald   /   Sjálvgreiðsla   /   Flyting

Flyting

Flyting

Skalt tú skifta bústað?

Tá tú flytur út, er umráðandi at tú boðar Sev frá, soleiðis at tú ikki rindar fyri streymnýtsluna hjá teimum, ið flyta inn aftaná teg. Verður ongum boða frá, hevur tann ið flytur út skyldu at gjalda fyri streymnýtsluna, til málarin er avlisin og boðað er frá hesum. Tann ið flytur inn kann eisini boða frá flytingini.

Niðanfyri eru tær upplýsingar ið Sev skal hava, tá boða verður frá flyting.

Flytur tú út, skal tú boða Sev frá tínum:

  • Avlestri av málara
  • Flytidato
  • Føðingardegi ella p-tali
  • Telefonnummari og teldupostaddressu
  • Nýggja bústaði
  • Navn, telefonnummar og teldurpost hjá tí sum skal standa fyri málaranum frameftir. Býr man til leigu, og veit ikki hvør flytur inn aftaná, gevur man upplýsinganar hjá útleigara.

Flytur tú inn í nýggjan bústað, kanst tú eisini boða Sev frá. Flytur tú inn, skal tú boða Sev frá tínum:

  • Avlestri av málara
  • Flytidato
  • Navni/nøvnum
  • Føðingardegi ella p-tali
  • Telefonnummari og teldupostaddressu

Tað ber til at boða frá flyting á netinum – skjótt og lætt í orkuportalinum MíttSEV ella í telduposti til kundatanasta@sev.fo.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking