SEV   /   Húsarhald   /   Sjálvgreiðsla   /   Flyting

Flyting

Flyting

Skalt tú skifta bústað?

Tað er umráðandi, at tú boðar okkum frá, tá ið tú flytur, soleiðis at tú ikki rindar streymnýtsluna hjá teimum, ið búðu áðrenn og aftan á teg. Hygg eftir, hvat tú skal minnast til, tá ið tú flytur frá einum bústaði og til ein nýggjan.

Tann, sum flytur, hevur skyldu at gjalda til málarin er avlisin og boðað er frá hesum. Tí er umráðandi skjótast gjørligt at boða SEV frá tínum:

  • avlestri
  • flytidato
  • teldupostadressu
  • nýggja bústaði
  • hvør, ið skal standa fyri málaranum frameftir

Tað ber til at boða frá flyting á netinum – skjótt og lætt í orkuportalinum MíttSEV ella í telduposti til kundatanasta@sev.fo.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking