SEV   /   Húsarhald   /   Sjálvgreiðsla   /   Boða frá skaða

Boða frá skaða

Her kanst tú boða frá tínum kravi, um tú heldur, at onkur av tínum ellutum hevur fingið skaða orsakað av elveitingini frá SEV.
GG! Til ber ikki at brúka Internet Explorer til skaðafráboðanina.

Skaðafráboðan 1/3

Upplýsingar um teg/virki


GG: Tað er umráðandi, at tú boðar frá tínum kravi so skjótt sum gjørligt og tryggjar tær ta kravdu skjalprógvanina, t.v.s. váttan frá løggildum virki, avrit av kvittan fyri skadda lutin, myndir og annað. Eisini er umráðandi at skriva tíðarbilið og dagin fyri skaðahendingina.

Í hesum sambandi skulu vit kunna teg um, at SEV kemur undir Produktábyrgdarlógina. Treytin fyri, at SEV kemur undir endurgjaldsábyrgd, er í útgangsstøði millum annað, at tú kanst prógva, at ein skaði er hendur, at feilur hevur verið í tænastuveitingini frá SEV, og at hetta er orsøk til skaðan.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking