Nú kunnu allir elkundar seta upp smáverk á í mesta lagi 11 kW at framleiða elorku til egna nýtslu og inn á netið hjá SEV. Í nýggja samstarvinum bjóðar SEV elkundanum at gerast "elfelagi" ella "prosumer", sum er enska heitið fyri hetta fyribrigdið.
Skipanin fyri smáverk er í fyrstu atløgu ætlað teimum, sum hava hug at framleiða elorku við sólpanelum, smáum vindmyllum ella smáum vatnorkuverkum, ið hava ein mátt á í mesta lagi 11 kW. Av hesum trimum framleiðlsuháttum ber til at brúka sólpanel til at framleiða beinleiðis til egna nýtslu, og yvirskotsframleiðslan kann síðani seljast inn á elnetið hjá SEV. Smáar vindmyllur og smá vatnorkuverk skulu bindast beinleiðis í netið hjá SEV.
Um tú hevur spurningar viðvíkjandi skipanini við smáverkum, kanst tú seta teg í samband við Eyðun Djurholm, leiðara á Innleggingardeildini, á tel. 346800 ella á t-posti: ed@sev.fo
Sólpanel 0,75 kr/kWt uttan MVG - íbinding innan fyri málaran (á kundasíðuni)
Vindmyllur 0,35 kr/kWt uttan MVG - íbinding uttan fyri málaran (á SEV-síðuni)
Vatnturbinur 0,50 kr/kWt uttan MVG - íbinding uttan fyri málaran (á SEV-síðuni)
Keypir tú sólorkuskipan til at binda í elnetið hjá SEV, er neyðugt við einum góðkendum invertara. Tú kanst tryggja tær, at invertarin er góðkendur, við at kanna listan hjá Dansk Energi yvir góðkendar invertarar.
GG! Bert invertarar til 3 fasur eru góðkendir av SEV.