Tá ið tú sløkkir sjónvarpið, er best at sløkkja ordligt. Á leið 10 prosent av elnýtsluni í húsarhaldinum eru til onga nyttu. Serliga um tólið er framleitt áðrenn 2013.
Flest øll tól til undirhald hava rímuliga stóra "standby-nýtslu" (aninýtslu), serliga tí at hesi tól ofta standa og ana í nógvar tímar dagliga.
Teldur, telefonløðarar, prentarar, skannarar, hátalarar, sjónvørp, talgildir sjónvarpsmóttakarar, DVD-spælarar, PlayStation o.s.fr. hava eina ávísa streymnýtslu, um tey ikki verða sløkt, tá ið liðugt er at brúka tey.
Best er at sløkkja á sjálvum tólinum ella á vegginum - ikki bert við fjarstýringini.
Vert er at minnast til, at hitapumpur kunnu økja munandi um elnýtsluna. Serliga um so kalt er í veðrinum, at elpatrónin slær til. Í summum førum er neyðugt at sløkkja hitapatrónina manuelt. Verður tað ikki gjørt, brúkar hitapumpan óneyðuga nógvan streym, og tað kann gerast sera kostnaðarmikið.
Tað ber til at spara streym á fartelefonini uttan at vera Facebook og aðrar appir fyriuttan.
Umleið helvtin av elorkuni í einum húsarhaldi fer til hvítvørurnar.
Hesi tól brúka nógva orku: komfýrur, køliskáp, frystiboks, uppvaskimaskina, vaskimaskina og turkimaskina. Tí er týdningarmikið, at hesi tól verða brúkt optimalt.
Hitin í køliskápi eigur at vera umleið 5 hitastig, og kuldin í frystiboksini eigur at vera umleið 18 kuldastig. Fyri hvørt stigið tað er kaldari, veksur elnýtslan uml. 2-5 prosent.
Brúkar tú køliskápið at tiðna upp í, sparir tú streym samstundis. Kuldin frá einum kilo av frystum kjøti svarar til elnýtsluna, ið eitt vanligt køliskáp nýtir í ein tíma.
Eitt gott ráð er at brúka sokallaða fyri- og eftirhitan, uttan at tað nervar góðskuna á matinum.
Tað er væl bíligari og effektivari at kóka vatn í elketlinum enn í grýtu ella ketli á komfýrinum. Breyð skal ristast við breyðristara heldur enn í ovninum.
Hevur tú enn gløðiperur í lampunum, er tíðin komin til at skifta. LED- og A-perur halda væl longri og brúka minni streym.
Ljóstørvurin í einum rúmi kann vera skiftandi. Tá er ein ljósdoyvari góður. Niðurskrúvað ljós brúkar minni, og peran heldur eisini longur.
Keypir tú hitapott at hava standandi alt árið, skalt tú rokna við útreiðslum upp á 500-700 kr. um mánaðin. Góð ráð til at minka um orkunýtsluna við hitapottum eru:
Orkuportalurin MíttSEV er eitt gott amboð til at fylgja við elnýtsluni. Tú fært m.a. innlit í hvussu nógv, tú brúkar í kWt og kr. næstan í somu løtu, sum tú brúkar streymin. Umframt gott yvirlit yvir rokningar og inngjøld v.m.
Les meira um orkuportalin MíttSEV