Framleiðsla av egnum streymi

Umhugsar tú egið orkuverk við sólorku ella vatnorku?

Allir elkundar kunnu seta upp smáverk á í mesta lagi 200 kW at framleiða elorku til egna nýtslu og inn á netið hjá Sev.

Skipanin fyri smáverk er ætlað teimum, sum hava hug at framleiða elorku við sólpanelum ella smáum vatnorkuverkum, ið hava ein mátt á í mesta lagi 200 kW.

Fyri verk minni enn 50 kW veitir Sev standard treytir sambært talvunum niðanfyri, meðan brúkari við einum verki, ið er størri enn 50 kW og minni enn 200 kW, skal gera eina prísavtalu við Sev um íbindingar – og avrokningartreytir.

Soleiðis gert tú

1. Tá ið tú hevur valt tær eitt elverk, sum tú ætlar at seta upp hjá tær sjálvum, tosar góðkendi elinnleggjarin hjá tær nærri við innleggingardeildina hjá Sev um tær teknisku treytirnar til verkið og íbindingartreytirnar.

Sambært ásetingum í elveitingarlógini skulu smáverk hava serstakt framleiðsluloyvi og góðkenning av umhvørvisárinsmeting frá Umhvørvisstovni. Í umhvørvisverndarlógini er áseting um møguligar treytir fyri umhvørvisgóðkenning. Hetta verður eisini umsitið av Umhvørvisstovuni. Harumframt krevst byggiloyvi frá kommununi, herundir møguligt loyvi frá friðingarmyndugleikanum.

Vatnorkuverk skulu eisini hava vatnloyvi sambært lóg um nýtslu av áum og vøtnum.

2. Tú gert avtalu um uppseting av verkinum við seljaran, elinnleggjara ella aðra fyritøku, ið hevur røttu førleikarnar.

3. Tú gert avtalu við góðkenda elinnleggjaran hjá tær um íbinding í elskipnina. Elinnleggjarin søkir síðani tína vegna Sev um loyvi at binda verkið í elnetið.

Alt eftir um talan er um smáverk, sum eru upp til og við 11 kW, 50 kW ella 200 kW

eru ymsar treytir galdandi fyri, hvussu loyvini verða avgreidd sambært elveitingarlógini, ið verður umsitin av Umhvørvisstovuni. Sev sendir umsóknirnar víðari til endaliga loyvisviðgerð hjá Umhvørvisstovuni við nærri upplýsingum um hvat slag av loyvi talan er um.

4. Elinnleggjarar avgreiða hesi viðurskifti eftir somu skipan við Sev, sum teir avgreiða aðrar íbindingar í elnetið.

Hevur tú spurningar viðvíkjandi skipanini við smáverkum, kanst tú seta teg í samband við Eyðun Djurholm leiðara á Innleggingardeildini, á tel. 346800 ella í telduposti: ed@sev.fo

Invertarar

Fyri sólorkuverk er umráðandi at finna rætta invertaran. Keypir tú sólskipan til at binda í elnetið hjá Sev, er neyðugt við einum góðkendum invertara. Tú kanst tryggja tær, at invertariner góðkendur við at kanna listan hjá Green Power Denmark yvir góðkendar invertarar.

GG! Bert invertarar til tríggjar fasur eru góðkendir av Sev.

Serstakur málari

Fyri smáverk minni enn 11 kW er ikki neyðugt við serstøkum framleiðslumálara.

Fyri smáverk størri enn 11 kW er neyðugt við egnum framleiðslumálara.

Innan fyri málaran og uttan fyri málaran

Til ber at binda orkuverkið í innan fyri málaran ella uttan fyri málaran.

Sólorkuverkinnanfyri/uttanfyri málaraFramleiðslu-málariSøluprísur pr. kWtTiltøkugjald pr. kWtFast gjald fyri net og tænasturMøguleiki fyri gr. málara til elbil og hitap.
Til og við 11 kWinnanfyrinei0,750neija
Yvir 11 kW til og við 50 kW*innanfyrija0,900,28neija
Yvir 50 kW til og við 200 kW*innanfyrijaPrísavtala um fortreinging0,43neija
11 kW til og við 200 kW*uttanfyrijaPrísavtala um fortreinging0Fast gjald fyri málaranei

*Til orkuverk størri enn 40kW krevst trafomáting.

Vatnorkuverk

Uttanfyri/ innanfyri málara

Krav til framleiðslu-málari

Søluprísur pr. kWt

Tiltøkugjald

pr. kWt

Fast gjald fyri tænastur og net pr. ár

Grønur málari

Til og við 11 kW

innanfyri

Nei

0,55

0

1.300

ja

Yvir 11 kW til og við 50 kW*

innanfyri

Ja

0,55

0,25

Nei

ja

Yvir 50 kW til og við 200 kW*

innanfyri

Ja

Prísavtala um fortreinging

0,50

Nei

ja

Yvir 50 kW til og      uttanfyri     Ja                 Prísavtala       0             Nei        nei

við 200 kW*                                                  um

fortreinging

Prísir fyri sølu av elorku frá smáverkum inn á netið hjá Sev.

undir 11 kW

Sólorka         0,75 kr/kWt uttan MVG íbinding innan fyri málaran

Vatnorka      0,55 kr/kWt uttan MVG íbinding innan fyri málaran (Rindast skal árligt tiltøkugjald á 1300 kr uttan MVG til Sev)

Prísir fyri avrokning av elorku frá smáverkum inn á netið hjá Sev.

Størri enn 11 kW og undir 50 kW

Sólorka        0,90 kr/kWt uttan MVG (Rindast skal tiltøkugjald á 0,28 kr/kWt uttan MVG til Sev fyri eginnýtsluna)

Vatnorka      0,55 kr/kWt uttan MVG (Rindast skal tiltøkugjald á 0,25 kr/kWt uttan MVG til Sev fyri eginnýtsluna)

Eginnýtsla er tann streymurin, sum tú brúkar av samlaða streyminum, ið smáverk títt framleiðir. Tann streymurin, tú brúkar, sum Sev veitir, verður avroknaður sambært valigu gjaldsskránni hjá Sev.

Størri enn 50 kW, men minni enn 200 kW

Fyri sólorkuverk og vatnorkuverk av hesi stødd er neyðugt við prísavtalu við Sev um íbindingar- og avrokningartreytir.

Sólorka        Prísurin er samsvarandi árliga miðalkostnaðin fyri framleiðslu við olju, tó ongantíð minni enn 0,90 kr/kWt. Prísurin verður ásettur einaferð árliga og stendur í gjaldsskránni hjá Sev. (Rindast skal tiltøkugjald á 0,43 kr/kWt uttan MVG til Sev fyri eginnýtslu.)

Vatnorka      Prísurin verður samsvarandi kostnaðin av tí elframleiðslu hjá Sev, sum framleiðslan hjá smáverkinum kemur í staðin fyri, tó ongantíð minni enn 0,55 kr/kWt. (Rindast skal tiltøkugjald á 0,50 kr/kWt uttan MVG til Sev fyri eginnýtslu.)

GG! Um framleiðslueindin er størri enn teymasikringin ella at verjuútgerðin tilhoyrandi framleiðslueindina er ikki selektiv við teymasikringina, verður neyðugt at økja teymasikringina, og tað viðførur eitt íbindingargjald.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking