Umhugsar tú egið orkuverk?

Umhugsar tú egið orkuverk við annaðhvørt sólorku, vatnorku ella vindorku?

Allir elkundar kunnu nú seta upp smáverk á í mesta lagi 11 kW at framleiða elorku til egna nýtslu og inn á netið hjá SEV. Í nýggja samstarvinum bjóðar SEV elkundanum at gerast ein “elfelagi” ella prosumer, sum er enska heitið fyri hetta fyribrigdið

Skipanin fyri smáverk er í fyrstu atløgu ætlað teimum, sum hava hug at framleiða elorku við sólpanelum, smáum vindmyllum ella smáum vatnorkuverkum, ið hava ein mátt á í mesta lagi 11 kW. Av hesum trimum framleiðlsuháttum ber til at brúka sólpanel til at framleiða beinleiðis til egna nýtslu, og yvirskotsframleiðslan frá sólpanelum kann síðani seljast inn á elnetið hjá SEV. Smáar vindmyllur og smá vatnorkuverk skulu bindast beinleiðis í netið hjá SEV.

Soleiðis gert tú

1. Tú keypir eitt elverk - t.e. sólpanel, vindmyllu ella vatnorkuverk.

2. Tú gert avtalu um uppseting við seljara, góðkendan elinnleggjara ella aðra fyritøku, sum hevur røttu førleikarnar.

3. Tú gert avtalu við góðkendan elinnleggjara um íbinding í elskipanina. Elinnleggjarin søkir síðani tína vegna SEV um loyvi at binda verkið í elnetið. Tá skipanin er uppsett og góðkend av SEV, sendir SEV Umhvørvisstovuni fráboðan um nýggju sólorkuskipanina, sum skrásetur og góðkennir skipanina/loyvi sambært elveitingarlógini.

4. Elinnleggjarar avgreiða hesi viðurskifti eftir somu skipan við SEV, sum teir avgreiða allar aðrar íbindingar í elnetið.

Um tú hevur spurningar viðvíkjandi skipanini við smáverkum, kanst tú seta teg í samband við Eyðun Djurholm, leiðara á Innleggingardeildini, á tel. 346800 ella á t-posti: ed@sev.fo

Prísir fyri keyp av elorku frá smáverkum

Sólpanel            0,75 kr/kWt uttan MVG íbinding innan fyri málaran (á kunda síðuni)

Vindmyllur         0,35 kr/kWt uttan MVG íbinding uttan fyri málaran (á SEV síðuni)

Vatnturbinur      0,50 kr/kWt uttan MVG íbinding uttan fyri málaran (á SEV síðuni)

Finn rætta invertaran

Keypir tú sólskipan til at binda í elnetið hjá SEV, er neyðugt við einum góðkendum invertara. Tú kanst tryggja tær, at invertarin er góðkendur, við at kanna listan hjá Dansk Energi yvir góðkendar invertarar.

GG! Bert Invertarar til tríggjar fasur eru góðkendir av SEV.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking