Egið orkuverk
Svara spurningunum og finn út av, hvat krevst fyri at framleiða egnan streym.

Allir elkundar kunnu seta upp sólpanel til at framleiða streym til egna nýtslu og inn á netið hjá Sev. Hetta skal tó altíð gerast í samstarvi við góðkendan elinnleggjara.
Er sólorka nakað fyri teg?
Ivast tú í, um sólpanel á takinum er nakað fyri teg og tíni, kanst tú byrja við at seta tær sjálvum hesar spurningar:
Í høvuðsheitum er tað soleiðis, at jú hægri streymnýtslu tú hevur, jú betur loysir tað seg at framleiða egnan streym.
Tá tú fært tær sólpanel á takið er tað fyrst og fremst fyri at framleiða tað, sum tú sjálv/ur hevur tørv á. So sparir tú mest, men tú fært eisini ein góðan prís fyri streymin, sum tú letur inn á netið hjá Sev. (sí yvirlit yvir prísir longri niðri á síðuni).
Hvussu vendir húsið hjá tykkum í mun til sólargangin?
Leggur tú sólpanel á eina suðurvenda tekju, framleiðir tú mest streym mitt á degi, tá nýtslan hjá teimum flestu er minst. Venda húsini hinvegin í eyst/vest framleiða panelini meira javnt og eisini, tá flest fólk eru heima og brúka streymin.
Ein møguleiki er at keypa battarí til at goyma streymin í, til tú hevur tørv á honum, men sum áður nevnt fer streymurin, sum tit ikki brúka, ikki til spillis, tí hann fer inn á netið hjá Sev.
Tað er eisini vert at umhugsa, um tit kanska skulu skifta tekju innanfyri 5-10 ár. Tað merkir eina eyka útreiðslu, um sólpanelini skulu flytast yvir á nýggja tekju.
Hava tit hitapumpu ella elbil, sum tit løða heima, er vanliga nýtslan sjálvsagt hægri enn hjá húsarhaldum, sum ikki hava tað og kann tí vera ein fyrimunur at framleiða egnan streym. Men spurningurin er so aftur her, um tit løða bilin heima, tá sólin stendur hægst á himli.
Eitt sólorkuverk er fyri mong ein stór íløga, men fleiri fíggingarstovna bjóða serstøk orkulán við lægri rentu til slíkar íløgur.
Fleiri veitarar bjóða sólorkuverk, so vert er at spyrja seg fyri og biðja um tilboð, áðrenn endalig avgerð verður tikin.
Vit mæla til at seta seg væl inn í treytirnar áðrenn avgerðin verður tikin. Treytirnar finnur tú her á síðuni.
Minst til at fáa til vega neyðug loyvi
Minst eisini til at kanna hvørji neyðug loyvi skulu fyriliggja, t.d. byggiloyvi frá kommununi, framleiðsluloyvi frá Umhvørvisstovuni og loyvi frá Sev til íbinding í elnetið. Niðanfyri er nærri kunning um mannagongdina.
1. Tá ið tú hevur valt tær eitt elverk, sum tú ætlar at seta upp hjá tær sjálvum, tosar góðkendi elinnleggjarin hjá tær nærri við innleggingardeildina hjá Sev um tær teknisku treytirnar til verkið og íbindingartreytirnar.
Sambært ásetingum í elveitingarlógini skulu smáverk størri enn 11 kW hava serstakt framleiðsluloyvi og góðkenning av umhvørvisárinsmeting frá Umhvørvisstovni. Framleiðsluloyvi skal fyriliggja, áðrenn verkið kann setast í rakstur.
Í umhvørvisverndarlógini er áseting um møguligar treytir fyri umhvørvisgóðkenning. Hetta verður eisini umsitið av Umhvørvisstovuni. Harumframt krevst byggiloyvi frá kommununi, herundir møguligt loyvi frá friðingarmyndugleikanum.
Vatnorkuverk skulu eisini hava vatnloyvi sambært lóg um nýtslu av áum og vøtnum.
2. Tú gert avtalu um uppseting av verkinum við seljaran, elinnleggjara ella aðra fyritøku, ið hevur røttu førleikarnar.
3. Tú gert avtalu við góðkenda elinnleggjaran hjá tær um íbinding í elskipanina. Elinnleggjarin søkir síðani tína vegna Sev um loyvi at binda verkið í elnetið.
Alt eftir um talan er um smáverk, sum eru upp til og við 11 kW, ella yvir 11 kW eru ymiskar treytir galdandi fyri, hvussu loyvini verða avgreidd sambært elveitingarlógini, ið verður umsitin av Umhvørvisstovuni.
4. Elinnleggjarar avgreiða hesi viðurskifti eftir somu skipan við Sev, sum teir avgreiða aðrar íbindingar í elnetið.
Hevur tú spurningar viðvíkjandi skipanini við smáverkum, kanst tú seta teg í samband við Eyðun Djurholm leiðara á Innleggingardeildini, á tel. 346800 ella í telduposti: ed@sev.fo
Fyri sólorkuverk er umráðandi at finna rætta invertaran. Keypir tú sólskipan til at binda í elnetið hjá Sev, er neyðugt við einum góðkendum invertara. Tú kanst tryggja tær, at invertarin er góðkendur, við at kanna listan hjá Green Power Denmark yvir góðkendar invertarar.
GG! Bert invertarar til tríggjar fasur eru góðkendir av Sev.
Fyri smáverk størri enn 11 kW er krav um egnan framleiðslumálara.
Fyri smáverk minni enn 11 kW er ikki krav um serstakan framleiðslumálara.
undir 11 kW
Sólorka 1,45 kr/kWt uttan MVG íbinding innan fyri málaran
Vatnorka 0,55 kr/kWt uttan MVG íbinding innan fyri málaran (Rindast skal árligt tiltøkugjald á 1300 kr uttan MVG til Sev)
Størri enn 11 kW
Sólorka 2,00 kr/kWt uttan MVG fyrstu 12 árini av loyvistíðarskeiðnum og 1,00 kr. uttan MVG tey seinastu 8 árini av loyvistíðarskeiðnum.
Hesin prísur er galdandi, um íbundið er uttan fyri nýtslumálaran. Um bundið er innan fyri málaran er prísurin 0,90 kr. /kWt.
GG! Henda prísskipan er galdandi fyri tey fyrstu 20 MW, sum verða uppsett í Føroyum. Eftir hetta verður prísskipanin endurskoðað.
Størri enn 11 kW og undir 50 kW
Vatnorka 0,55 kr/kWt uttan MVG (Rindast skal tiltøkugjald á 0,25 kr/kWt uttan MVG til Sev fyri eginnýtsluna)
Eginnýtsla er tann streymurin, sum tú brúkar av samlaða streyminum, ið smáverk títt framleiðir. Tann streymurin, tú brúkar, sum Sev veitir, verður avroknaður sambært vanligu gjaldsskránni hjá Sev.
Størri enn 50 kW, men minni enn 200 kW
Fyri vatnorkuverk av hesi stødd er neyðugt við prísavtalu við Sev um íbindingar- og avrokningartreytir.
Prísurin verður samsvarandi kostnaðin av tí elframleiðslu hjá Sev, sum framleiðslan hjá smáverkinum kemur í staðin fyri, tó ongantíð minni enn 0,55 kr/kWt. (Rindast skal tiltøkugjald á 0,50 kr/kWt uttan MVG til Sev fyri eginnýtslu.)
GG! Um framleiðslueindin er størri enn teymasikringin ella at verjuútgerðin tilhoyrandi framleiðslueindina er ikki selektiv við teymasikringina, verður neyðugt at økja teymasikringina, og tað viðførur eitt íbindingargjald.
Hetta merkir, at tú fært minimum 55 oyru pr. framleiddan kilowatt tíma, sum tú letur inn á netið hjá Sev, og harafturat fært tú nakað afturat.
Hvussu nógv tú fært afturat verður avgjørt hvørt ár við grundarlagi í oljuprísinum, sum Sev rindar fyri framleiðslu á Sundsverkinum.
Tín vatnorka 'fortreingir' oljuna, og tú fært tískil minimum 90 oyru + prísin fyri orkuna, sum Sev annars skuldi nýtt.
Sólorkuverk upp til og við 11 kW verða íbundin innan fyri nýtslumálaran.
Sólorkuverk yvir 11 kW verða íbundin uttan fyri nýtslumálaran, og skulu eisini hava framleiðslumálara.
Sí talvurnar niðanfyri.
At sólorkuverkið verður íbundið innan fyri málaran merkir fyri teg, at títt húsarhald kann brúka streymin, sum sólpanelini á takinum framleiða. Streymurin, sum tú og tíni ikki brúka, fer inn á netið hjá Sev, sum rindar fyri streymin.
At sólorkuverkið verður íbundið uttan fyri málaran merkir fyri teg, at streymurin, sum panelini framleiða, fer beinleiðis inn á netið hjá Sev, sum rindar fyri hann.
Svara spurningunum og finn út av, hvat krevst fyri at framleiða egnan streym.
Úrslit
Set teg í samband við góðkendan elinnleggjara. Elinnleggjarin tekur sær av øllum teimum teknisku viðurskiftunum við Sev, og søkir um íbindingarloyvi, áðrenn skipanin verður uppsett.
Kanna um tín kommuna krevur byggiloyvi til sólorkuverk.
Tá orkuverkið er sett upp, elarbeiðið er liðugt og góðkent av Sev, er klárt hjá tær at framleiða tín egna streym.
Úrslit
Set teg í samband við góðkendan elinnleggjara. Elinnleggjarin tekur sær av øllum teimum teknisku viðurskiftunum við Sev, og søkir um íbindingarloyvi, og ger klárt til serstakan framleiðslumálara, áðrenn skipanin verður uppsett.
GG! Hesi loyvi eru neyðug:
Tá orkuverkið er sett upp, øll loyvi fingin til vega, elarbeiðið er liðugt og góðkent av Sev, er klárt hjá tær at framleiða streym og leiða hann út á netið hjá Sev.
* Til orkuverk størri enn 63 Amp krevst trafomáting
Byrja umafturÚrslit
Set teg í samband við góðkendan elinnleggjara. Elinnleggjarin tekur sær av øllum teimum teknisku viðurskiftunum við Sev, og søkir um íbindingarloyvi, og ger klárt til serstakan framleiðslumálara, áðrenn skipanin verður uppsett.
GG! Hesi loyvi eru neyðug:
Tá orkuverkið er sett upp, øll loyvi fingin til vega, elarbeiðið er liðugt og góðkent av Sev, er klárt hjá tær at framleiða streym og leiða hann út á netið hjá Sev.
* Til orkuverk størri enn 63 Amp krevst trafomáting
Byrja umafturÚrslit
Set teg í samband við góðkendan elinnleggjara. Elinnleggjarin tekur sær av øllum teimum teknisku viðurskiftunum við Sev, og søkir um íbindingarloyvi, áðrenn skipanin verður uppsett.
Kanna um tín kommuna krevur byggiloyvi til vatnorkuverk.
Søk um vatnloyvi frá Umhvørvisstovuni.
Tá orkuverkið er sett upp, øll loyvi fingin til vega, elarbeiðið er liðugt og góðkent av Sev, er klárt hjá tær at framleiða tín egna streym.
Byrja umafturÚrslit
Set teg í samband við góðkendan elinnleggjara. Elinnleggjarin tekur sær av øllum teimum teknisku viðurskiftunum við Sev, og søkir um íbindingarloyvi, og ger klárt til serstakan framleiðslumálara, áðrenn skipanin verður uppsett.
GG! Hesi loyvi eru neyðug:
Tá orkuverkið er sett upp, øll loyvi fingin til vega, elarbeiðið er liðugt og góðkent av Sev, er klárt hjá tær at framleiða tín egna streym.
* Til orkuverk størri enn 63 Amp krevst trafomáting
Byrja umafturÚrslit
Set teg í samband við Sev fyri nærri kunning.
Byrja umaftur
