SEV   /   Grønar loysnir   /   Grønir prísir

Grønir prísir

Grønir prísir

SEV hevur fingið løgtingsins loyvi til at lata kundum sínum serligan elprís fyri streym til hitapumpur og heimaløðing av elbilum.

Endamálið er at stuðla undir, at skift verður frá oljuriknum hitaskipanum og akførum til meira umhvørvisvinarligar hitaskipanir, t.e. hitapumpur og elbilar.

Eisini er hetta ein møguleiki hjá SEV at stýra, nær elbilar verða løddir, soleiðis at teir fáa løtt battaríið, tá ið minni trýst er á elskipanini annars. Á tann hátt verður orkutørvurin í samfelagnum býttur meira javnt út á samdøgrið.

Heimaløðistøðin gevur møguleika at velja snildløðing ella skundløðing. Snildløðingin er standard og løðir bilin samsvarandi tørvinum hjá kundanum, men tó ber til hjá kundum at velja skundløðing og løða bilin beinanvegin.

Treytir

Treytir fyri at fáa lægri elprís til hitapumpu og/ella heimaløðing av elbili eru:

  • Tú skalt hava serstakan elmálara og eltalvu, sum verða plomberað og bert nýtt til hitapumpuna og/ella elbilin. Hetta er neyðugt, fyri at SEV skal kunna skilja ímillum, hvør streymur fer til vanliga nýtslu, og hvat fer til hitapumpu og/ella elbilin.
  • Hitapumpan skal vera góðkend sambært Bygningskunngerðini 2017.
  • Heimaløðistøðin skal vera góðkend av SEV.

Prísur

Serligi elprísurin til hitapumpur og heimaløðistøðir til elbilar er 1,45 kr. pr. kWt íroknað MVG.

Fast ársgjald fyri málaran er 90,00 íroknað MVG.

Kundar, sum hava góðkenda hitapumpu og/ella góðkenda heimaløðistøð, kunnu venda sær til løggildan elinnleggjara fyri at fáa serstakan elmálara og eltalvu. Elinnleggjarin setir seg síðani í samband við SEV viðvíkjandi lægra elprísinum.

Sí yvirlit yvir løggildar elinnleggjarar

Hvat eru ymiskir elprísir?

SEV hevur fingið loyvi til at lata kundum sínum, sum hava hitapumpu og/ella elbil, lægri prís fyri at løða elbilin og fyri streym, sum verður brúktur til hitapumpuna.

Hvat er endamálið við ymiskum elprísum?

Endamálið við at lata lægri elprísir fyri heimaløðing, uttan mun til um tað er snildløðing ella skundløðing, er at stuðla undir, at skift verður frá oljuriknum hitaskipanum og akførum til elriknar hitaskipanir, t.e. hitapumpur, og elbilar. Eisini er hetta ein møguleiki hjá SEV at stýra, nær elbilar verða løddir, soleiðis at teir fáa løtt battaríið, tá ið minni trýst er á elskipanini annars. Á tann hátt ber til at býta orkutørvin javnt út á samdøgrið.

Hvør kann fáa bíligari elprísir?

Øll, sum hava elbil og/ella hitapumpu kunnu søkja um at fáa lægri elprís. Tó skulu hitapumpurnar vera góðkendar sambært Bygningskunngerðini 2017, og heimaløðistøðirnar skulu vera góðkendar av SEV. Neyðugt er eisini við serstøkum elmálara og eltalvu. Elinnleggjari søkir vegna kundan.

Hvussu søki eg um at fáa ymiskar elprísir?

Set teg í samband við góðkendan elinnleggjara, sum søkir fyri teg. Sí yvirlit yvir løggildar elinnleggjarar.

Hvat skal til fyri at fáa ymiskar elprísir?

Fyrst og fremst er neyðugt við serstøkum elmálara og eltalvu, sum bert verða nýtt til hitapumpuna og/ella elbilin. Hetta fyri neyvt at kunna skilja ímillum, hvør streymur fer til vanliga nýtslu, og hvat fer til hitapumpu og/ella elbil. Tað ber ikki til at fáa bíligari prís fyri streym til hitapumpuma, um hon er knýtt í sama málara sum vanligu húsarhaldstólini. Set teg í samband við løggildan elinnleggjara fyri at fáa serstaka eltalvu og elmálara.

Er tað neyðugt við eyka málara?

Ja, tað er neyðugt við eyka málara fyri at fáa ymiskar elprísir.

Hvar fái eg ein eyka málara?

Set teg í samband við løggildan elinnleggjara fyri at útvega serstaka eltalvu og elmálara til hitapumpu og/ella elbil. Sí yvirlit yvir løggildar elinnleggjarar

Er neyðugt við serstakari íbinding (stikkleiðing)?

Nei, tað er ikki neyðugt við serstakari íbinding. Málari 1 og málari 2 hava somu íbinding.

Eg havi hitapumpu og vil rinda minni, hvat skal eg gera?

Neyðugt er fyrst og fremst at útvega sær ein góðkendan eyka málara til tey tól, sum geva møguleika at fáa lægri elprís. Set teg í samband við løggildan elinnleggjara.

Eg havi elbil og vil fegin rinda minni fyri streym til bilin, hvat skal eg gera?

Neyðugt er fyrst og fremst at útvega sær ein góðkendan eyka málara til tey tól, sum geva tær møguleika at fáa lægri elprís, umframt eina góðkenda heimaløðistøð frá SEV. Set teg í samband við løggildan elinnleggjara.

Hvussu nógv fyllir ein eyka málari?

Eyka (grøni) málarin fyllir tað sama sum vanligi málarin.

Hví er neyðugt við eyka málara?

Tað er neyðugt við eyka málara fyri at fáa ymiskar elprísir, tí um alt gongur um sama málara, ber ikki til at skilja ímillum, hvat streymurin verður brúktur til. Løgtingið hevur bert givið loyvi til at lata lægri prís til elbilar og hitapumpur, og tí skal nýtslan til hesi tól kunna mátast fyri seg.

Mín hitapumpa er bundin í vanliga málaran, og elinnleggjari hevur sett upp ein teljara. Er neyðugt hjá mær at fáa ein eyka málara eisini?

Ja, tað er neyðugt við serstøkum elmálara til hitapumpuna, um SEV skal kunna avrokna nýtsluna, sum fer til hitapumpuna, fyri seg.

Kunnu allar hitapumpur fáa serligan elprís?

Treytin fyri at fáa bíligari prís fyri streym til hitapumpu er, at hesar eru góðkendar sambært Bygningskunngerðini 2017 (BK17). Elinnleggjarin skal skjalprógva, at hitapumpan lýkur krøvini í BK17.

Í løtuni er hendan ásetingin í BK17: 8.6.4 Hitapumpur og køliútbúnaður, stk. 2: Hitapumpur skulu lúka krøvini í "EU-forordning nr. 813/2013/EU" og "EU-forordning 206/2012/EU".

Eingin áseting er um, at skiftið frá olju til el skal vera totalt. Sostatt kann ein luft-til-luft-hitapumpa, sum er góðkend sambært BK17, eisini koma undir hesa skipan.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking