Sev kann við løgtingsins loyvi lata kundum sínum serligan elprís fyri streym til hitapumpur og heimaløðing av elbilum.
Endamálið er at fáa gongd á, at skift verður frá oljuriknum hitaskipanum og akførum til meira umhvørvisvinarligar hitaskipanir, t.e. hitapumpur og elbilar.
GG! Skipanin við lægri prísi til hitapumpur og elbilar verður ætlandi broytt, soleiðis at avslátturin minkar niður í helvt í 2028, og verður tikin av í 2030.
Eisini er hetta ein møguleiki hjá Sev at stýra, nær elbilar verða løddir, soleiðis at teir fáa løtt battaríið, tá ið minni trýst er á elskipanini annars. Á tann hátt verður orkutørvurin í samfelagnum býttur meira javnt út á samdøgrið.
Heimaløðistøðin gevur møguleika at velja snildløðing ella skundløðing. Snildløðingin er standard og løðir bilin samsvarandi tørvinum hjá kundanum, men tó ber til hjá kundum at velja skundløðing og løða bilin beinanvegin.
Treytir
Treytir fyri at fáa lægri elprís til hitapumpu og/ella heimaløðing av elbili eru:
- Tú skalt hava serstakan elmálara og eltalvu, sum verða plomberað og bert nýtt til hitapumpuna og/ella elbilin. Hetta er neyðugt, fyri at Sev skal kunna skilja ímillum, hvør streymur fer til vanliga nýtslu, og hvat fer til hitapumpu og/ella elbilin.
- Hitapumpan skal vera góðkend sambært Bygningskunngerðini 2017.
- Heimaløðistøðin skal vera góðkend av Sev.
- Heimaløðistøðin skal kunna samskifta skipan, sum Sev brúkar til stýra løðistøðunum.
Prísur
Serligi elprísurin til hitapumpur og heimaløðistøðir til elbilar er í løguni ein avsláttur á 0,50 kr. pr. kWt íroknað MVG.
Fast ársgjald fyri málaran er 90,00 kr. íroknað MVG.
Kundar, sum hava góðkenda hitapumpu og/ella góðkenda heimaløðistøð, kunnu venda sær til løggildan elinnleggjara fyri at fáa serstakan elmálara og eltalvu. Elinnleggjarin setir seg síðani í samband við Sev viðvíkjandi lægra elprísinum.
Legg til merkis, at útreiðslurnar til elinnleggjaran fyri uppsetan av løðistøð og grøna málaranum eru øgiliga ymiskar alt eftir, hvussu umstøðurnar eru.
Sí yvirlit yvir løggildar elinnleggjarar