Allir elkundar kunnu seta upp smáverk á í mesta lagi 200 kW at framleiða elorku til egna nýtslu og inn á netið hjá Sev.
Skipanin fyri smáverk er ætlað teimum, sum hava hug at framleiða elorku við sólpanelum ella smáum vatnorkuverkum, ið hava ein mátt á í mesta lagi 200 kW.
Fyri verk minni enn 50 kW veitir Sev standard treytir sambært talvunum niðanfyri, meðan brúkari við einum verki, ið er størri enn 50 kW og minni enn 200 kW, skal gera eina prísavtalu við Sev um íbindingar – og avrokningartreytir.
Soleiðis gert tú
1. Tá ið tú hevur valt tær eitt elverk, sum tú ætlar at seta upp hjá tær sjálvum, tosar góðkendi elinnleggjarin hjá tær nærri við innleggingardeildina hjá Sev um tær teknisku treytirnar til verkið og íbindingartreytirnar.
Sambært ásetingum í elveitingarlógini skulu smáverk hava serstakt framleiðsluloyvi og góðkenning av umhvørvisárinsmeting frá Umhvørvisstovni. Í umhvørvisverndarlógini er áseting um møguligar treytir fyri umhvørvisgóðkenning. Hetta verður eisini umsitið av Umhvørvisstovuni. Harumframt krevst byggiloyvi frá kommununi, herundir møguligt loyvi frá friðingarmyndugleikanum.
Vatnorkuverk skulu eisini hava vatnloyvi sambært lóg um nýtslu av áum og vøtnum.
2. Tú gert avtalu um uppseting av verkinum við seljaran, elinnleggjara ella aðra fyritøku, ið hevur røttu førleikarnar.
3. Tú gert avtalu við góðkenda elinnleggjaran hjá tær um íbinding í elskipnina. Elinnleggjarin søkir síðani tína vegna Sev um loyvi at binda verkið í elnetið.
Alt eftir um talan er um smáverk, sum eru upp til og við 11 kW, 50 kW ella 200 kW
eru ymsar treytir galdandi fyri, hvussu loyvini verða avgreidd sambært elveitingarlógini, ið verður umsitin av Umhvørvisstovuni. Sev sendir umsóknirnar víðari til endaliga loyvisviðgerð hjá Umhvørvisstovuni við nærri upplýsingum um hvat slag av loyvi talan er um.
4. Elinnleggjarar avgreiða hesi viðurskifti eftir somu skipan við Sev, sum teir avgreiða aðrar íbindingar í elnetið.
Hevur tú spurningar viðvíkjandi skipanini við smáverkum, kanst tú seta teg í samband við Eyðun Djurholm leiðara á Innleggingardeildini, á tel. 346800 ella í telduposti: ed@sev.fo
Invertarar
Fyri sólorkuverk er umráðandi at finna rætta invertaran. Keypir tú sólskipan til at binda í elnetið hjá Sev, er neyðugt við einum góðkendum invertara. Tú kanst tryggja tær, at invertariner góðkendur við at kanna listan hjá Green Power Denmark yvir góðkendar invertarar.
GG! Bert invertarar til tríggjar fastur eru góðkendir av Sev.
Serstakur málari
Fyri smáverk minni enn 11 kW er ikki neyðugt við serstøkum framleiðslumálara.
Fyri smáverk størri enn 11 kW er neyðugt við egnum framleiðslumálara.
Innan fyri málaran og uttan fyri málaran
Til ber at binda orkuverkið í innan fyri málaran ella uttan fyri málaran.
Sólorkuverk | innanfyri/uttanfyri málara | Framleiðslu-málari | Søluprísur pr. kWt | Tiltøkugjald pr. kWt | Fast gjald fyri net og tænastur | Møguleiki fyri gr. málara til elbil og hitap. |
Til og við 11 kW | innanfyri | nei | 0,75 | 0 | nei | ja |
Yvir 11 kW til og við 50 kW* | innanfyri | ja | 0,90 | 0,28 | nei | ja |
Yvir 50 kW til og við 200 kW* | innanfyri | ja | Prísavtala um fortreinging | 0,43 | nei | ja |
11 kW til og við 200 kW* | uttanfyri | ja | Prísavtala um fortreinging | 0 | Fast gjald fyri málara | nei |
*Til sólorkuverk størri enn 40kW krevst trafomáting.
Vatnorkuverk | Uttanfyri/ innanfyri málara | Krav til framleiðslu-málari | Søluprísur pr. kWt | Tiltøkugjald pr. kWt | Fast gjald fyri tænastur og net pr. ár | Grønur málari |
Til og við 11 kW | innanfyri | Nei | 0,55 | 0 | 1.300 | ja |
Yvir 11 kW til og við 50 kW | innanfyri | Ja | 0,55 | 0,25 | Nei | ja |
Yvir 50 kW til og við 200 kW | innanfyri | Ja | Prísavtala um fortreinging | 0,50 | Nei | ja |
Yvir 50 kW til og uttanfyri Ja Prísavtala 0 Nei nei
við 200 kW um
fortreinging
undir 11 kW
Sólorka 0,75 kr/kWt uttan MVG íbinding innan fyri málaran
Vatnorka 0,55 kr/kWt uttan MVG íbinding innan fyri málaran (Rindast skal árligt tiltøkugjald á 1300 kr uttan MVG til Sev)
Størri enn 11 kW og undir 50 kW
Sólorka 0,90 kr/kWt uttan MVG (Rindast skal tiltøkugjald á 0,28 kr/kWt uttan MVG til Sev fyri eginnýtsluna)
Vatnorka 0,55 kr/kWt uttan MVG (Rindast skal tiltøkugjald á 0,25 kr/kWt uttan MVG til Sev fyri eginnýtsluna)
Eginnýtsla er tann streymurin, sum tú brúkar av samlaða streyminum, ið smáverk títt framleiðir. Tann streymurin, tú brúkar, sum Sev veitir, verður avroknaður sambært valigu gjaldsskránni hjá Sev.
Størri enn 50 kW, men minni enn 200 kW
Fyri sólorkuverk og vatnorkuverk av hesi stødd er neyðugt við prísavtalu við Sev um íbindingar- og avrokningartreytir.
Sólorka Prísurin er samsvarandi árliga miðalkostnaðin fyri framleiðslu við olju, tó ongantíð minni enn 0,90 kr/kWt. Prísurin verður ásettur einaferð árliga og stendur í gjaldsskránni hjá Sev. (Rindast skal tiltøkugjald á 0,43 kr/kWt uttan MVG til Sev fyri eginnýtslu.)
Vatnorka Prísurin verður samsvarandi kostnaðin av tí elframleiðslu hjá Sev, sum framleiðslan hjá smáverkinum kemur í staðin fyri, tó ongantíð minni enn 0,55 kr/kWt. (Rindast skal tiltøkugjald á 0,50 kr/kWt uttan MVG til Sev fyri eginnýtslu.)
GG! Um framleiðslueindin er størri enn teymasikringin ella at verjuútgerðin tilhoyrandi framleiðslueindina er ikki selektiv við teymasikringina, verður neyðugt at økja teymasikringina, og tað viðførur eitt íbindingargjald.