Vegleiðingar til elbil.fo

Vegleiðing - Stovna brúkara á www.elbil.fo
  • Far inn á www.elbil.fo
  • Trýst á ‘Language’ og vel ‘Føroyskt’
  • Trýst á ‘Innritan’
  • Vel ‘Skráset teg her’ – sí mynd:

  • Fyll út teigarnar við navni, telduposti osfr. – trýst á ‘Enda’.
  • GG! Loyniorðið skal minst vera 6 tekn til longdar, hava minst eitt tal, ein stóran bókstav og ein lítlan.

  • Nú koma treytirnar, sum skulu góðtakast, fyri at kunna brúka síðuna. Trýst á leinkjuna fyri at lesa treytirnar.
  • Tá hetta er gjørt, fært tú ein teldupost sendandi. Vátta skrásetingina, og so er klárt at brúka elbil.fo.

  • Sí vegleiðing til at seta pening á kontu.
Vegleiðing til at rita inn á elbil.fo

Elbil.fo er internetsíða. Tú kemur inn á hana umvegis ein internetkaga á telefon ella teldu.

  • Lat upp ein internet kaga og skriva elbil.fo í teigin

  • Fyri at broyta mál til føroyskt, trýst á ‘language’ og vel ‘Faroese’ og síðani á Close

  • Trýst á Innritan

Brúkarin er teldupostbústaðurin, sum tú skrásetti teg við hjá SEV og fekst RFID-spjaldur.  Tá brúkarin var stovnaður, varð eisini eitt fyribils loyniorð sent tær. Hevur tú ikki brúkara áðrenn, er neyðugt at skráseta seg fyrst. Ein vegleiðing er til skráseting av brúkara, um tær tørvar hjálp.

  • Skriva inn teldupostbústað og loyniorð. Minnist tú ikki loyniorðið,  trýst so á ‘Eg havi gloymt loyniorðið’, og tú fært eitt nýtt sendandi, sum tú so verður biðin um at endurseta. Er teldupostbústaðurin ókendur, ber til at ringja til SEV á 346800 og spyrja um tað.

Tú ert nú komin inn á elbil.fo. Á kortinum sært tú yvirlit yvir tær løðistøðir, tú hevur atgongd til.

Vegleiðing til at fylla pening á kontu

Fyri at fylla pening á kontu, er neyðugt fyrst at rita inn á elbil.fo

GG! Um tú  brúkar Safari kagan, er neyðugt at sláa funkuna 'Blokér pop op-vinduer' ella 'Block pop-ups' frá fyrst. Hetta gert tú undir 'Indstillinger/Settings'.

  • Vel síðani Gjalding 

  • Vel ta upphædd, tú ynskir at seta inn. Til ber eisini at seta ávísa upphædd inn (niðast).

  • Trýst síðani á Fyll á kontu

  • Vel slag av gjaldskorti, sum tú brúkar til gjaldingina.
  • GG! Fyri at kunna gera hetta, skal ein nýggj síða latast upp til Nets. Um hendan síðan ikki kemur fram, er neyðugt at fara undir 'Indstillinger' (ella 'Settings') og sláa frá funkuna, sum eitur 'Blokér nye vinduer' - og byrja umaftur.

  • Fyll út teigarnar við kortupplýsingum, og trýst á Validate payment

  • Tú fært nú sms-boð við trygdarkotu sendandi. Set kotuna inn í teigin, og trýst á ‘Bekræft’.

  • Tað er umráðandi, at rætt fartelefonnummar er skrásett í skipanini.
  • Valda upphæddin er nú flutt inn á elbilakontuna.

  • Um kontan var í minus áðrenn, er hetta tikið av verandi upphædd

  • Fyri at kunna byrja løðing, skulu í minsta lagi 25 krónur vera á kontu.

Vegleiðing til at fáa kortupplýsingar á skýggjan

-Vel ‘Indstillinger/Settings’

-Vel Safari

-Loyv ‘Pop-ups’ við at flyta ‘Bloker pop op-vinduer/Block Pop-ups’ yvir á hvítt/grátt

Dagfør Safari kagan ella sløkk kagan og byrja umaftur.

Vegleiðing til at kanna saldu á elbil.fo

  • Rita inn við brúkara og loyniorði.
  • Til vintru velur tú Gjalding

  • Í teiginum Gjalding, ber til at síggja avtalu, saldu, seinast goldnu løðing og seinastu kontuáfylling, sí mynd

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking