SEV   /   Grønar loysnir   /   Elbilar   /   Umhugsar tú elbil?

Umhugsar tú elbil?

Umhugsar tú elbil?

Umhugsar tú at fáa tær elbil, er eitt gott hugskot at seta seg inn í og taka støðu til ymisk viðurskifti, áðrenn endaliga avgerðin verður tikin.

  • Hvussu er títt koyrimynstur?
  • Koyrir tú langar teinar hvønn dag, er best við einum størri battaríi enn um túrarnir eru styttri.
  • Hvat slag skal bilurin vera?
  • Hvussu nógv skal ella kann hann kosta?
  • Hvussu nógv skal hann í mesta lagi kosta at reka?

Fyrimunir við elbili

  • Tað er burðardyggari at koyra í elbili
  • Bilurin er bíligur í rakstri
  • Elbilurin larmar minni

Elframleiðsla og útlát

Elorka í Føroyum verður vunnin úr vindi, vatni, sólorku, biogassi og tungolju. Í 2017 framleiddi SEV 51 prosent av elorkuni úr vatn- og vindorku. Tað er tó eingin orsøk at bíða við at keypa sær elbil, hóast elorkan ikki er 100% burðardygg enn, tí sjálvt tá ið orkan er framleidd við tungolju, dálkar ein effektivur elbilur minni enn samsvarandi bensin- og dieselbilar. (kelda Umhvørvisstovan)

Til ber at lesa meira um hetta á heimsíðuni www.os.fo

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking