SEV   /   Grønar loysnir   /   Elbilar   /   Umhugsar tú elbil?

Umhugsar tú elbil?

Umhugsar tú elbil?

Umhugsar tú at fáa tær elbil, er eitt gott hugskot at seta seg inn í og taka støðu til ymisk viðurskifti, áðrenn endaliga avgerðin verður tikin.

  • Hvussu er títt koyrimynstur?
  • Koyrir tú langar teinar hvønn dag, er best við einum størri battaríi enn um túrarnir eru styttri.
  • Hvat slag skal bilurin vera?
  • Hvussu nógv skal ella kann hann kosta?
  • Hvussu nógv skal hann í mesta lagi kosta at reka?

Fyrimunir við elbili

  • Tað er burðardyggari at koyra í elbili
  • Bilurin er bíligur í rakstri
  • Elbilurin larmar minni

Elframleiðsla og útlát

Elorka í Føroyum verður vunnin úr vindi, vatni, sólorku, biogassi og tungolju. Í 2017 framleiddi SEV 51% av elorkuni úr vatn- og vindorku. Tað er tó eingin orsøk at bíða við at keypa sær elbil, hóast elorkan ikki er 100% burðardygg enn, tí sjálvt tá ið orkan er framleidd við tungolju, dálkar ein effektivur elbilur minni enn samsvarandi bensin- og dieselbilar. (kelda Umhvørvisstovan)

Til ber at lesa meira um hetta á heimsíðuni www.os.fo

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni.
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum