Ymiskt er frá bili til bil, hvussu teir løða. Tí er eitt gott hugskot at fylgja væl við og seta seg inn í, hvussu júst tín bilur háttar sær. Kenn bilin, so tú neyvt veitst, hvussu og nær best er at løða bilin.
Almenn løðing
Í Føroyum er infrakervi við almennum løðistøðum um alt landið. Í løtuni eru almennar løðistøðir í Vágum, Streymoy, Eysturoy, Borðoy, Sandoy og Suðuroy.
Fyri at nýta almennu løðistøðirnar krevst, at tú hevur skrásett teg sum brúkari á elbil.fo.
Dagført yvirlit yvir almennu løðistøðirnar er á heimasíðuni elbil.fo. Her kanst tú eisini avgreiða løðing við fartelefon: vel løðistøð á yvirlitinum, vel stikk og byrja løðing.
Neyðugt er at skráseta seg á elbil.fo fyri at rinda fyri løðingarnar. Sí vegleiðing