Tá ið tú løðir elbilin

Tá ið tú løðir elbilin

Ymiskt er frá bili til bil, hvussu teir løða. Tí er eitt gott hugskot at fylgja væl við og seta seg inn í, hvussu júst tín bilur háttar sær. Kenn bilin, so tú neyvt veitst, hvussu og nær best er at løða bilin.

Almenn løðing

Í Føroyum er infrakervi við almennum løðistøðum um alt landið.

Fyri at nýta almennu løðistøðirnar krevst eitt RFID-løðispjaldur, sum fæst frá SEV, og at tú hevur skrásett teg sum brúkari á elbil.fo.

Dagført yvirlit yvir almennu løðistøðirnar er á heimasíðuni elbil.fo. Her kanst tú eisini avgreiða løðing við fartelefon: vel løðistøð á yvirlitinum, vel stikk og byrja løðing.

Vegleiðing til vanliga almenna løðistøð
  • Bilurin skal vera sløktur, meðan hann løðir
  • Halt spjaldrið móti "log-in"-økinum á støðini
  • ella brúka fartelefonina og vel løðistøðina á yvirlitinum á elbil.fo
  • Vel stikk, sum hóskar til títt bilmerki
  • Set kaðalin í bilin, síðan í løðistøðina og byrja løðing
  • Tá ið tú endar løðingina, heldur tú aftur spjaldrið móti støðini, ella trýstir tú á "steðga løðing" á fartelefonini.
  • Kopla kaðalin frá.
  • So er klárt at fara
Vegleiðing til almenna skjótløðistøð
  • Bilurin skal vera sløktur, meðan hann løðir
  • Brúka spjaldrið til at eyðmerkja brúkara ella vel løðistøðina á fartelefonini á elbil.fo
  • Vel stikk, sum hóskar til títt bilmerki
  • Trýst "start" á støðini og byrja løðing
  • Enda løðingina við at trýsta "stop" ella við at endurtaka eyðmerkingina við spjaldrinum
  • ella vel "steðga løðing" á fartelefonini
  • Tak kaðalin úr bilinum.
  • So er klárt at fara.

Heimaløðistøð

Hevur tú elbil, eigur tú eisini at hava heimaløðistøð. Vit mæla ikki til at løða bilin heima uttan at hava heimaløðistøð. Hevur tú elbil, men ikki heimaløðistøð, ber til at læna eina heimaløðistøð frá SEV. Tú bíleggur løðistøð, skrivar undir lánssáttmála við SEV, men hevur sjálv/ur ábyrgd av, at løðistøðin verður sett upp.

Løggildur elinnleggjari skal seta løðistøðina upp, og SEV sýnir hana, áðrenn hon verður sett til.

Á heimasíðuni elbil.fo ber eisini til at fylgja við, hvussu ofta og nógv tú løðir á heimaløðistøðini.

Hvussu fái eg eina heimaløðistøð?

Í eini royndartíð kanst tú læna eina heimaløðistøð frá SEV.

Til ber at bíleggja løðistøð frá SEV her. Vend tær síðan til ein løggildan elinnleggjara um at fáa streymveiting frá talvuni til løðistøðina og um uppseting av henni.

Yvirlit yvir løggildar elinnleggjarar

Hvørjar heimaløðistøðir eru góðkendar av SEV?

Góðkendu løðistøðirnar eru Etrel Inch Pro. Til ber at læna hesar heimaløðistøðir frá SEV uttan kostnað.

Hvat er snildløðing?

Tú setir bilin til heimaløðistøðina og letur SEV stýra løðingini. Tað er snildløðing.

T.d. kanst tú seta bilin til løðistøðina, tá ið tú kemur heim úr arbeiði, og samstundis siga løðistøðini, nær tú væntar at brúka bilin aftur, eitt nú kl. 7 morgunin eftir.

Tá stýrir SEV løðingini, soleiðis at hon fer fram, tá ið minst trýst er á elskipanini, men tó so at battaríið er fult løtt, tá ið tú skalt brúka bilin.

Hvat er skundløðing?

Tú setir bilin til løðistøðina, og í staðin fyri at lata SEV um løðingina velur tú skundløðing, soleiðis at løðingin byrjar beinanvegin, og at battaríið verður løtt so skjótt sum gjørligt.

Hvussu løði eg elbilin á burðardyggasta hátt?

Í miðal er á leið helmingurin av elframleiðsluni í Føroyum burðardyggur, t.e. elorka framleidd við vindi, vatni, biogass ella sólorku.

Vilt tú fegin tryggja tær, at tú løðir á burðardyggasta hátt, er best at lata bilin løða heima og at velja snildløðing. So verður bilurin løddur, tá ið lítið trýst er á elskipanini og grøni parturin av framleiðsluni er størri.

Hvussu løði eg bilin mest effektivt?

Eitt bilbattarí er soleiðis háttað, at tað løðir skjótast frá 0 til uml. 70 - 80 prosent (ymiskt frá bili til bil). Eftir hetta, t.e. frá 70 – 100 prosent, løðir battaríið væl seinni, og tí loysir tað seg t.d. ikki at seta bilin til eina skjótløðistøð, um tú longu hevur oman fyri 70-80 prosent á battarínum.

Tað loysir seg ikki, tí tú rindar fyri tann máttin, sum løðistøðin kann veita, men battaríið tekur bert ímóti einum parti av tí.

Hevur bilurin eitt nú 70 prosent á battarínum, og tú heldur teg hava tørv á meira, áðrenn tú kanst seta hann til heimaløðistøðina, er best at løða við eina vanliga løðistøð. Tá fært tú mest fyri peningin.

Hví er umráðandi, at fólk løða heima?

Fleiri orsakir eru til hetta. Virksemið í samfelagnum er nógv vaksið seinastu árini. Við tí veksur eisini eftirspurningurin eftir elorku, og sera nógv trýst er á elskipanini.

Mest virksemi er um dagin, og tí er sjálvsagt størst trýst á elskipanini tá. Um fólk løða elbilar sínar uttan fyri vanliga arbeiðstíð og um náttina, ber til at býta elnýtsluna meira javnt út á samdøgrið, og harvið slepst undan óneyðuga nógvum útbyggingum av elnetinum fyri at nøkta vaksandi tørvin.

Almennu løðistøðirnar eru heldur ikki ætlaðar at vera høvuðsløðistað hjá fólki. Tær eru settar upp fyri at nøkta bráðfeingistørvin hjá fólki at løða bilin, um tað ikki er nóg mikið á battarínum til at koyra heim at løða.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking