Umhugsar tú at fáa tær elbil, er eitt gott hugskot at seta seg inn í og taka støðu til ymisk viðurskifti, áðrenn endaliga avgerðin verður tikin.
Elorka í Føroyum verður vunnin úr vindi, vatni, sólorku, biogassi og tungolju. Í Føroyum er elorkan uml. 50% burðardygg. Tað er tó eingin orsøk at bíða við at keypa sær elbil, hóast elorkan ikki er 100% burðardygg enn, tí sjálvt tá ið orkan er framleidd við tungolju, dálkar ein effektivur elbilur minni enn samsvarandi bensin- og dieselbilar. (kelda Umhvørvisstovan)