SEV   /   Elbil   /   Elbil appin er klár   /   Verandi kundi

Verandi kundi

Verandi kundi
Havi eg longu ein vanga á elbil appini?

Hevur tú eina heimaløðistøð frá Sev, og/ella eina konto á heimasíðuni www.elbil.fo, so hava vit longu gjørt tær ein vanga, har títt løðispjaldur og tín løðari eru upprættað.

Hvussu riti eg inn á mín brúkara?

Hevur tú eina heimaløðistøð frá Sev, og/ella ein brúkara á heimasíðni www.elbil.fo, fert tú at fáa ein teldupost frá okkum, sum bjóðar tær at broyta loyniorðið til tín vanga. Fylg leiðbeiningini í teldupostinum, broyt loyniorðið, tak appina niður og rita inn á tín vanga.

Hvat skal eg gera, tá eg havi tikið appina niður?

Hevur tú eina heimaløðistøð frá Sev, og/ella ein brúkara á heimasíðuni www.elbil.fo, fert tú at fáa ein teldupost frá okkum. 

Um tú ikki hevur fingið teldupostin, kanst tú royna at trýsta á "Jeg har glemt min adgangskode", og skriva somu e-mail adressu, sum tú nýtir til www.elbil.fo.

Um teldupostadressan er tann sama, sum vit kenna, fært tú ein teldupost frá okkum, sum bjóðar tær at broyta loyniorðið til tín vanga. Broyt loyniorðið og rita inn.

Skal eg sjálv/ur leggja mína løðistøð afturat appini?
Tær nýtist ikki at leggja løðistøðina afturat sjálv/ur.
Um tú longu hevur eina heimaløðistøð frá Sev, hava vit longu upprættað tær eitt toymi og lagt tín løðara afturat.
Tá nýggir kundar fáa heimaløðistøð frá Sev, upprætta vit toymi og løðara, so kundin einans skal rita inn.
Hvat hendir við mánaðarliga leigugjaldinum?

Mánaðarliga leigugjaldið fyri heimaløðistøð fer framhaldandi at verða lagt afturat Sev rokningini, eins og higartil.

Hvat hendir við gestaløðing?

Skipanin við gestaløðing er broytt. Framyvir fer endurrindanin fram í elbil appini.

Fyri at fáa gestaløðingina virkna í nýggju skipanini, er neyðugt at søkja um endurrindan av nýggjum. Tú kanst fylgja hesari mannagongd:

  1. Tryggja tær, at tú ert limur í toyminum hjá arbeiðsgevanum, og at arbeiðsgevin hevur tillutað tær loyvi at søkja um endurrindan. Umsitarin av toyminum hjá arbeiðsgevanum umsitir hesar stillingar.
  2. Far á síðuna "Løðarar", trýst á tín egna løðara, trýst á tannhjólið ovast til høgru, vel síðan samsýningar.

  3. Áset streymprís:
    1. hevur tú grønan málara er prísurin: 1,825 Kr.
    2. hevur tú ikki grønan málara er prísurin: 2,325 Kr.

  4. At enda váttar tú, at streymprísurin er rættur, og trýstir á 'send umbøn'.

  5. Arbeiðsgevarin fær fráboðan um tína umbøn, og tá hon er avgreidd, er klárt hjá tær at løða.

 

Hvat við mínum løðispjaldri?
Hevur tú eitt løðispjaldur frá Sev, er hetta longu lagt afturat tínum toymi á elbil appini.
Hevur tú títt egna RFID spjaldur, kanst tú sjálv/ur leggja hetta afturat tínum toymi í elbil appini, við at nýta NFC lesaran á telefonini.
Fylg leiðbeiningini á appini fyri at gera hetta.
Hvat við pengunum eg havi á elbil.fo

Hevur tú pengar innistandandi á tíni kontu á www.elbil.fo 1. februar, verður neyvt sama upphædd flutt yvir á tína toymismappu á elbil appini.