Nei, tað er ikki neyðugt. Tykkara løðistøð/ir er/u stovnað/ar í appini.

Nei, tað er ikki neyðugt. Tykkara løðistøð/ir er/u stovnað/ar í appini.
Skipanin við gestaløðing er broytt, og endurrindan fer nú fram á elbil appini.
Fyri at endurrinda einum starvsfólki fyri løðing á teirra heimaløðistøð, er neyðugt, at starvsfólkið sendir umbøn um endurrindan í appini.
Tit fáa boð um innsendar umbønir í telduposti við leinkju til skipanina, har tit kunnu viðgera og góðkenna umbønina.
GG! Fyri at endurrindan skal kunna fara fram, krevst at ein gjaldsháttur er skrásettur. Tað kann vera ávikavist rokning, gjaldskort ella 'pre-paid'.
Um tit hava trupulleikar við hesum, eru tit vælkomin at ringja á 34 68 00 ella skriva til okkara á elbil@sev.fo, so ringja vit aftur.
Fyri at fylgja við nýtsluni er best at rita inn á skipanina aftanfyri har til ber at síggja og umsita løðistøðir, toymi, nýtslu, gjaldingar, rokningar v.m.
Øll løðispjøldur eru flutt yvir í nýggju skipanina og eru sjónlig í tykkara toymi.
Fyri gjald av løðing á almennum løðistøðum við løðispjaldri ella við appini, er neyðugt at skráseta ein gjaldshátt.
Hetta kann vera ávikavist gjaldskort, rokning ella 'pre-paid'.