GG! Almennu løðistøðirnar eru nú bert atkomiligar í Elbil appini.
Ert tú verandi kundi, hevur tú fingið teldupost við leinkju til at taka appina niður við tínum upplýsingum.
Eigur tú pengar til góðar á elbil.fo, verður neyvt sama upphædd flutt yvir á tína toymismappu á Elbil appini mikudagin 11. februar 2026. Hetta hendir sjálvvirkandi, og tær nýtist einki at gera.
Ert tú nýggjur kundi fært tú tikið appina niður her:
Apple App Store https://apps.apple.com/us/app/elbil/id6755829694
Google play https://play.google.com/store/apps/details?id=fo.sev.monta.elbil
Vit hava sent øllum verandi elbilakundum ein teldupost við leinkju til App Store og Google Play.
Fyri at gera tað so lætt og ómakaleyst sum gjørligt, hava vit longu stovnað verandi kundum brúkarar á appini. Nýt serligu leinkjuna í teldupostinum fyrstu ferð tú ritar inn, so liggja tínir upplýsingar longu í appini.
Ert tú verandi kundi, men hevur ikki fingið teldupost, ert tú vælkomin at ringja til elbiladeildina á tlf. 346800 ella skriva til elbil@sev.fo.