SEV   /   Elbil   /   Elbil appin

Elbil appin

Elbil appin hjá Sev er títt besta amboð til løðing og yvirlit yvir tínar løðingar og gjaldingar.

Við elbil appini ber eisini til at løða á almennum løðistøðum uttanlands.


Ert tú nýggjur kundi fært tú tikið appina niður her:

Apple App Store https://appclip.apple.com/id?p=fo.sev.monta.elbil.appclips

Google play  https://play.google.com/store/apps/details?id=fo.sev.monta.elbil


Verandi kundi

Verandi kundi

Fyritøka

Fyritøka

Nýggjur kundi

Nýggjur kundi

Pengar til góðar á www.elbil.fo

Hevur tú pengar til góðar á heimasíðuni www.elbil.fo, eftir at vit hava flutt almennu løðistøðirnar yvir á appina, flyta vit tær neyvt somu upphædd á tína toymismappu, og kunnu pengarnir tá nýtast til at gjalda fyri løðing ella takast út á tína bankakontu.

Heimaløðistøð uttan gestaløðing

Hevur tú eina heimaløðistøð uttan gestaløðing, er hendan longu løgd afturat tínum toymi. Tú kanst nú síggja tínar løðingar og stýra løðingini við antin Snildløðing ella við løðiætlan.

Heimaløðistøð við gestaløðing

Skipanin við gestaløðing er broytt. Framyvir fer endurrindanin fram í elbil appini.

Fyri at fáa gestaløðingina virkna í nýggju skipanini, er neyðugt at søkja um endurrindan av nýggjum. Tú kanst fylgja hesari mannagongd:

  1. Tryggja tær, at tú ert limur í toyminum hjá arbeiðsgevanum, og at arbeiðsgevin hevur tillutað tær loyvi at søkja um endurrindan. Umsitarin av toyminum hjá arbeiðsgevanum umsitir hesar stillingar.
  2. Far á síðuna "Løðarar", trýst á tín egna løðara, trýst á tannhjólið ovast til høgru, vel síðan samsýningar.

  3. Áset streymprís:
    1. hevur tú grønan málara er prísurin: 1,825 Kr.
    2. hevur tú ikki grønan málara er prísurin: 2,325 Kr.

  4. At enda váttar tú, at streymprísurin er rættur, og trýstir á 'send umbøn'.

  5. Arbeiðsgevarin fær fráboðan um tína umbøn, og tá hon er avgreidd, er klárt hjá tær at løða.
Almennar løðistøðir

Almennu løðistøðirnar eru ikki fluttar yvir á nýggju skipanina enn, og kunnu tískil ikki síggjast á appini. Hesar verða lagdar afturat í fyrru helvt av februar. Inntil tá kunnu tær nýtast eins og higartil gjøgnum heimasíðuna www.elbil.fo. Tá tær eru komnar inn á appina, kunnu tær ikki longur nýtast gjøgnum heimasíðuna, men einans við appini. Vit kunna um tað, tá ítøkiligi dagurin fyri skiftið er ásettur.

Vegleiðingar

Soleiðis brúkar tú 'Toymir'

Soleiðis brúkar tú 'Toymir'

Legg limir afturat tínum toymi

Legg limir afturat tínum toymi

Legg gjaldskort afturat tínum toymi

Legg gjaldskort afturat tínum toymi

Broyt málið til føroyskt

Broyt málið til føroyskt