Vit sóknast eftir maskinmeistara til fulltíðarstarv á Sundsverkinum at byrja skjótast gjørligt
Starvið
Arbeiðið á Sundsverkinum er at hava um hendi dagligu elframleiðsluna. Harumframt verða viðlíkahald og umvælingar gjørdar við egnari arbeiðsmegi á verkinum.
Tilsamans 40 fólk starvast á Sundsverkinum, sum er oljurikið elverk við 10 dieselmotorum og samlaðum framleiðslumátti á 82 MW.
Vanligu arbeiðstíðir tínar eru frá kl 8 – 16 mánadag til fríggjadag, men væntast kann eisini vaktararbeiði.
Tú
Vit vænta, at tú hevur fulla maskinmeistaraútbúgving, t.e. víðkað maskinmeistaraprógv við trimum árum á maskinmeistaraskúla. Vit vænta eisini, at tú dugir væl at samskifta og samstarva – bæði innanhýsis og uttanhýsis, og at tú ert fús/ur at taka við nýggjum avbjóðingum. Neyðugt er við koyrikorti til persónbil.
Sev
Vit bjóða tær:
· Gott arbeiðsumhvørvi
· Møguleikan at gagnnýta alla útbúgving tína
· Væl skipaði viðurskifti
· Smidligar arbeiðsumstøður
· Fjøltáttaðan arbeiðsdag
Setanar- og lønarviðurskifti
Lønin verður sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Maskinmeistarafelagið, lønarflokkur 12. Umframt nevndu løn, kann roknast við vaktargjøldum og møguliga av og á eisini úrtíðarløn.
Umsóknin
Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Jørgin Mørkøre, verkmeistara á tel. 286912 ella Hera Mortensen, deildarstjóra fyri framleiðsluni, á tel. 218419.
Umsóknarfreistin er 22. apríl 2024. Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum skulu sendast til: starv@sev.fo, viðmerk: maskinmeistari.
Sev tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. Starvsfólk hjá Sev virka undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvsfólkahópurin ber hvønn dag Sev framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Vit stremba áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum. Sev er fólksins ogn - allar kommunurnar í Føroyum eiga Sev, ið var stovnað 1. oktober 1946.