Heilsa, trygd og umhvørvi

Heilsa, trygd og umhvørvi

Sev leggur stóran dent á heilsu, trygd og umhvørvi, og hevur tí eina deild, sum burturav tekur sær av heilsu-, trygdar- og umhvørvisviðurskiftum í felagnum.

HTU-politikkurin varð dagførdur 24. september 2021 og er soljóðandi:

Heilsu-, trygdar- og umhvørvispolitikkur

HTU-politikkurin er staðfestur á leiðslustigi, og hann er týðandi arbeiðsamboð, sum øll starvsfólk hjá Sev skulu halda seg til í dagliga arbeiðinum.

  • Vit gera okkara besta fyri at verja heilsuna og trygdina hjá starvsfólkunum og virka fyri, at okkara virksemi ikki elvir til skaða á starvsfólk ella nakran annan, sum er í nánd av virksemi okkara.

  • Vit verja náttúru og umhvørvið, og vit leggja dent á at stimbra nýtsluna av varandi orkukeldum.

  • Vit velja ta bestu atkomiligu tøknina við atliti at heilsu, trygd, umhvørvi og búskapi til virksemi okkara og leggja dent á, at starvsfólkini hava nøktandi førleikar.

  • Vit nýta alt tilfeingi og tilfar á skilagóðan hátt og halda okkara virki reint og ruddiligt, og vit rudda altíð upp eftir okkum.

  • Vit arbeiða skipað og miðvíst við heilsu, trygd og umhvørvi.  Trygdarnevnd, trygdarumboð og starvsfólk verða tikin við uppá ráð, áðrenn avgerðir verða tiknar. Hetta fyri áhaldandi at betra úrslitini á hesum økjum.

  • Vit hava eina tilbúgving, ið er lagað eftir okkara virksemi.

  • Vit hava eitt opið samstarv við íognarar og avvarðandi myndugleikar til frama fyri framhaldandi menning innan heilsu-, trygdar- og umhvørvismál.

  • Vit meta um og velja tilfarsveitarar, arbeiðstakarar og samstarvsfelagar við atliti at teirra atferð innan heilsu, trygd og umhvørvi.

  • Vit halda lógir og myndugleikakrøv á heilsu-, trygdar- og umhvørvisøkjunum og virka fyri at halda landsins stevnumið og sett mál á nevndu økjum.

  • Vit eggja hvørjum øðrum til áhaldandi at betra um hugburð og atferð innan heilsu, trygd og umhvørvi fyri at røkka góð úrslit á økjunum.

Spurningar um heilsu-, trygdar- og umhvørvisviðurskifti kunnu sendast til afb@sev.fo. Eisini kann ringjast til Anniku Berg á tlf. 34 68 21 ella á 22 52 42.

HTU grein í ársroknskapi 2019

HTU grein í ársroknskapi 2019

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking