Turbina 1 í Botni steðgað

Turbina 1 í Botni steðgað

Tann 1. apríl kl. 23.15 steðgaði turbina 1 í Botni fyri seinastu ferð eftir trúgva og drúgva tænastu.

Dagføringin av vatnorkuverkinum í Botni er byrjað, og í hesum sambandi varð Pelton turbinan steðgað. Arbeiðið at taka hana niður er byrjað, og um hálvan apríl verður turbina 2 eisini steðgað og tikin niður.

Eftir ætlan koyra nýggjar turbinur í Botni um hesa tíðina komandi ár.

Turbinurnar í Botni hava koyrt stútt og støðugt í nærum 60 ár. Turbina 1 var koyriklár 30. oktober 1965 og turbina 20. mai 1966.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking