Streymslit í meginøkinum í nátt

Mikunáttina var aftur streymslit um alt meginøkið. Streymurin fór kl. 3.26 og kl. 4.20 høvdu øll fingið streymin aftur.

Kannað er, hvør orsøkin til streymslitið var, og feilurin stóðst í nýggju battarískipanini á Sundi.

"Vit eru í samskifti við veitaran um at fáa alt í rættlag við skipanini og inntil tað er gjørt, koyra vit uttan battarískipanina", sigur Terji Nielsen, vakthavandi.

Tá tosað verður um meginøkið skilst Vágar, Streymoy, Nólsoy, Sandoy, Eysturoy, Kallsoy, Kunoy, Viðoy og Svínoy.

Suðuroy, Skúvoy, Fugloy, Koltur, Hestur og Mykines hava egin orkuverk.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking