SEV opið hús á Vestmannadøgum

SEV opið hús á Vestmannadøgum

Afturvendandi tiltakið í Vestmanna kommunu, Vestmannadagar, verður í ár hildið í døgunum 7. – 10. september.

Fríggjadagain 8. september eru tiltøkini savnað Inni á Fjørð, og SEV er sjálvsagdur partur av hesum.

Vit hava opið hús á SEV-økinum frá kl. 15.30 – 17.00.

Byrjað verður kl. 15.30 við at planta træ, sum SEV fekk í 75 ára gávu frá FNU. Bjørg á Rógvi, borgarstjóri í Vestmanna, Jón Kragesteen, formaður í FNU og Hákun Djurhuus, SEV stjóri, planta træið saman.

Høvið verður at vitja inni á Fossáverkinum, í koblingsstøðini og goymsluni, har okkurt gott verður til góman.

Eisini verður søgulig framsýning á takinum á koblingsstøðini.

Minesto, sum eisini heldur til Inni á Fjørð, hevur av trygdarávum avgjørt at vera við á matriklinum hjá SEV heldur enn hjá teimum sjálvum. Tey fara m.a. at hava okkurt fyri børnini, og samstundis ber til at tosa við umboð fyri Minesto um verkætlanina í Vestmannasundi.

Øll eru hjartaliga vælkomin 😊

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking