Leiðslan


Stjórin í SEV, Hákun Djurhuus, hevur dagligu fyristøðu felagsins. Hann myndar dagligu leiðsluna saman við trimum deildarstjórum.
 
Bogi Bendtsen er deildarstjóri fyri fyrisitingini, Jón Nielsen deildarstjóri fyri elnetinum, og Heri Mortensen er deildarstjóri fyri elframleiðsluni.
 
Stjórin og deildarstjórarnir hava, hvør á sínum øki, skyldu til at at ansa eftir, at fyrisiting, umsiting av virkjum og virkisarbeiðir Elfelagsins verða gjørd á besta hátt. Teir hava eisini ábyrgd av, at gjørt verður eftir teimum lógum og reglum, sum hitt almenna fyrisetur.