Nevndin

 
Nevndin í SEV hevur yvirstjórnina í felagnum. Nevndin verður vald á aðalfund í seinasta lagi tveir mánaðar aftaná, at nýggj kommunustýri hava tikið við.
 
Sjey limir eru í nevndini. Vága, Streymoyar, Eysturoyar, Norðoya og Sandoyar sýslur eiga ein lim í part, og Suðuroyggin og Tórshavnar Kommuna hava hvør sín nevndarlim.
 
Valið av nevndarlimum fer fram á tann hátt, at limakommunurnar í hvørjum øki sær seta upp valevnir og atkvøða um hesi.
 
Tá nevndarlimur verður valdur, skal eisini veljast varalimur, ið tekur við, tá nevndarliminum berst frá. Nevndarlimurin boðar varaliminum og SEV frá, tá hesum berst frá. Flytur nevndarlimur úr økinum, har hann er valdur, tekur varalimurin við, og nýggjur varalimur verður valdur.
 
Nevndin skipar seg skjótast gjørligt eftir hvørt val og velur ímillum nevndarlimirnar formann og næstformann. Næstformaðurin tekur við starvi formansins, tá hesum berst frá.
 
Starvstíðin hjá nevndini er hin sama sum hjá kommunustýrum. Fráfarandi nevndin verður tó sitandi til nýggj er vald.
 
Nevndarformaðurin kallar nevndina saman til fundar so ofta, hann heldur tað vera neyðugt, og tá stjóri ella nevndarlimur krevur tað og samstundis skilar til, hvørji mál teir vilja hava til viðgerðar. Nevndarfundur skal vera í minsta lagi eina ferð í hvørjum ársfjórðingi. Nevndarfundurin verður, um gjørligt, boðaður við 4 daga frest. Í brævinum skulu vera nevnd tey mál, sum koma til viðgerðar á fundinum.                                              
 
Nevndin er viðtøkufør, tá í minsta lagi fýra av nevndarlimunum eru á fundi, teirra millum formaður ella næstformaður. Til samtyktar krevst vanligur meiriluti. Standa atkvøðurnar á jøvnum, fellur uppskotið burtur.
 
Krevja minst tríggir nevndarlimir, at mál skal verða lagt fyri aðalfund, má málið, sjálvt um nevndin hevur tikið sína avgerð, ikki verða framt, fyrrenn aðalfundurin hevur gjørt málið av.
 
Undir ábyrgd fyri aðalfundinum skipar nevndin fyri felagnum og valdar ognum tess, herundir at keypa, selja og veðseta føstu ognir felagsins.
 
Felagið verður bundið við undirskrift nevndarformansins og stjórans annaðhvørt í felagi ella hvør sær saman við 2 nevndarlimum. Nevndin kann veita fulltrú (prokura) eftir tilmæli frá stjóranum.
 
Á ársaðalfundi skal nevndin leggja fram: Frágreiðing um virksemi felagsins í undanfarna roknskaparári, grannskoðaðan rakstrarroknskap og fíggjarjavna til góðkenningar umframt onnur møgulig mál (sí viðtøkurnar, grein 3, stk 14 og 15). Grannskoðaði roknskapurin skal sendast limakommununum saman við fundarboðunum.
 
Á eykaaðalfundi um heystið skal nevndin leggja fram: Frágreiðing um virksemi felagsins síðani ársaðalfundin, kunning um fíggjargongdina síðani ársaðalfundin og uppskot til fíggjarætlan fyri komandi rakstrarár til góðkenningar.
 
Nevndin skal eisini: seta stjóra og, eftir tilmæli frá stjóranum, deildarstjórar, og áseta setanartreytir og reglugerðir fyri stjóra og deildarstjórar. Eftir tilmæli frá stjóranum seta rakstrarleiðara. Áseta samsýning fyri ferðakostnað eins og dagpening o.a.m. Eftir tilmæli frá stjóranum taka avgerðir um bygnað felagsins, herundir býtið av virkseminum millum deildirnar. Eftir tilmæli frá stjóranum góðkenna lønarsáttmálar við yrkisfeløg eins og setanartreytirnar hjá teimum, sum sambært løgtingslóg um starvsmenn eru at rokna sum starvsfólk. Samtykkja felagsins starvsfólkapolitikk. Taka avgerðir í øllum øðrum málum, ið stjórin leggur fyri nevndina.
 
Nevndin skal føra gerðabók, sum vísir tíð og stað fyri fundin, hvør ið er á fundi, og tey mál, sum verða viðgjørd og samtyktir í málunum. Gerðabókin skal, tá fundurin er lokin, verða upplisin, samtykt og undirskrivað av øllum nevndarlimum, sum eru á fundi. Nevndarlimur kann krevja, at frávíkjandi hugsanir hansara verða skrivaðar í gerðabókina. Aftaná hvønn fund verður úrskrift úr gerðabókini send øllum nevndarlimum.
 
Nevndin ger annars sjálv starvsskipan sína. Í núverandi nevnd sita fyri Suðuroynna Jónvein Hovgaard, Hovi, fyri Sandoynna Vinjard Tungá, Húsavík, fyri Tórshavnar kommunu Marin Katrina Frýdal, Hoyvík, fyri Norðurstreymoy John Zachariassen, Vestmanna, fyri Vágoynna Sune Jacobsen, Sørvágur, fyri Eysturoynna Hans Jákup Johanesen, Skála og fyri Norðoyggjar varð valdur Kristian Eli Zachariasen, Klaksvík.