Vegleiðing viðvíkjandi umsókn um løggilding sum elinnleggjari

Rætturin til at gera arbeiði upp á elinnleggingar og útbúnað er ásettur við løgtingslóg nr. 142 frá 10. juni 1993 um løggilding av elinnleggjarum v.m. og kunngerðir landsstýrisins nr. 174 frá 21. september 1993 um løggilding av elinnleggjarum og nr. 172 frá 21. september 1993 um elinnleggingarvirksemi. Kunngerðirnar kunnu lesast á heimasíðuni hjá SEV. Víst verður annars til 1. part í sterkstreymsreglugerðini.

Løggilding kann annaðhvørt verða givin persóni, sum ætlar sjálvur at reka innleggingarvirksemi, ella starvsfólki á einum virki ella felagi, ið rekur innleggingarvirksemi. Hin løggildi skal arbeiða fulla tíð á virkinum.

Løggilding skal altíð verða givin persóni, og hann kann bert fáa eina løggilding.
 

Umsóknarblað

Til tess at fáa løggilding sum elinnleggjari skal umsóknarblað við ávísum upplýsingum fyllast út. Blaðið fæst við at venda sær til SEV. Tá ið oyðublaðið er útfylt og undirskrivað, verður tað sent SEV saman við neyðugum skjaltilfari.
 

1. Einaeigari
Krossur verður settur við henda teig, um umsøkjarin sjálvur er einasti eigari av einum virki, ið verður rikið sum ein persónlig fyritøka.
 

2. Settur í starv
Í øllum førum, har virkið verður rikið sum felag – partafelag, íognarfelag o.t. -, ella har umsøkjarin verður settur í starv á einum virki, verður krossur settur við henda teigin.

 

Skjaltilfarið kann vera setanarsáttmáli ella úrskrift úr t.d. gerðabók. Umsøkjarin skal annaðhvørt vera settur sum stjóri, sum arbeiðsleiðari, eftir starvsmannatreytum, eftir starvsmannaháttaðum treytum ella sum tænastumaður. Avgerandi er, at tí setta er tryggjað uppsagnarfreist, sum er ikki verri enn løgtingslóg um starvsmenn ásetir, til tess at tryggja eitt meira varandi samband við fyritøkuna.
 

Tí setta skal eisini verða tryggjað rættur til at taka avgerðir, og hann skal eisini hava myndugleika til at vegleiða medarbeiðarar og skipa fyri arbeiði á eldeildini. SEV skal hava fráboðan um broytingar í setanarviðurskiftunum ella heimildunum hjá tí løggilda.



3. Avmarkað løggilding
Vanliga verður løggilding givin soleiðis, at hon er galdandi fyri alt landið. Í ávísum førum kann umsøkjarin ella arbeiðsgevari hansara hava áhuga fyri at avmarka løggildingina til eitt nú útbúnaðin hjá virkinum. Um so er, skal krossur verða settur við henda teig.


4. Frítíðarløggilding
Um kravið um at arbeiða fulla tíð í elinnleggjaravirkinum ikki er lokið, kann verða søkt um frítíðarløggilding, sí pkt. 7.
 

Treytin fyri at fáa eina slíka løggilding er, at tann løggildi starvast einsamallur í virkinum.
 

5. Próvbræv
Prógv skal vera hjálagt um, at umsøkjarin hevur staðið eina av teimum royndum, ið geva rætt til at fáa løggilding. Royndirnar eru nevndar í kunngerð landsstýrisins nr. 175 frá 21. september 1993 um góðkendar royndir og starvskrøv fyri løggilding av elinnleggjarum.
 

Um prógv ikki er til skjals við áriti um rætt til løggilding ella annað samsvarandi prógv, skal váttan vera hjáløgd um, at starvskrøvini eru lokin (5a).


6. Starvsroyndir higartil
Um tað umsóknardagin eru gingin meira enn 5 ár frá tí degi, umsøkjarin hevur staðið sína roynd, skal tað skjalprógvast, at umsøkjarin hevur havt tøkniligt starv í minsta lagi 1 ár á sterkstreymstøkniligum virki seinastu 5 árini.


7. Fulltíðarstarv
Umsøkjarin skal vera soleiðis fyri, at hann ikki við sáttmála ella við avtalu er forðaður í at halda sínar skyldur til at hava neyðugt, regluligt eftirlit við elinnleggingarvirkinum og til at geva settum hjálparfólki neyðuga vegleiðing um útinningina av arbeiðinum. Hetta merkir, at meginreglan er, at tann løggildi - einaeigari eins væl og starvsfólk – skal hava fulltíðarstarv á virkinum. Hann kann t.d. ikki samstundis hava starv í aðrari fyritøku.


Um søkt verður um frítíðarløggilding, verður krossur ikki settur við henda teigin.


8. Fast virkisstað
Umsøkjarin skal hava fast virkisstað við telefon her í landinum. Um tann løggildi er settur í starv, skal hetta krav bert verða lokið av virkinum.
 

9. Myndigur
Fyri at vera myndigur skal umsøkjarin vera fyltur 18 ár, og hann má ikki vera gjørdur ómyndigur ella vera undir lágverjumáli

10. Ræði á búgvi sínum

Fyri at hava ræði á búgvi sínum krevst, at umsøkjarin ikki er undir trotabúsviðgerð. Um umsøkjarin er settur í starv á virki, skal hetta krav verða lokið bæði av virkinum og umsøkjaranum.
 

11. Brot á ellóggávuna
Um umsøkjaranum ikki er álagt ávaring ella bót, skal krossur setast við henda teig. Eldri revsing fyri brot á sterkstreymsreglugerðina kann hava við sær, at umsøkjarin ikki fær løggilding.


Broyttar fortreytir

Um broytingar verða í teimum fortreytum, ið vóru galdandi, tá ið løggildingin varð givin, skal SEV fáa boð um hetta til tess at kunna gera av, um løggildingin kann varðveitast.
 

Undirskrift

Umsóknin skal verða undirskrivað av tí persóni, ið skal verða løggildur. Um settur medarbeiðari skal hava løggildingina, skal umsóknin eisini verða undirskrivað av virkiseigaranum ella, um virkið er eitt felag, av persóni, ið hevur heimild at skriva undir vegna felagið.


Gjald

Gjald verður at rinda fyri at fáa løggildingina. Umframt verður einaferð um árið í januar mánað kravt gjald fyri at varðveita løggildingina. Verður hetta gjald ikki goldið, hevur SEV heimild til at taka aftur løggildingina, og løggildingin skal tá handast SEV aftur. Gjaldið fyri at fáa løggildingina røkkur fram til 1. januar. Støddin á gjaldinum verður stillað so hvørt, og upplýsing um støddina á gjaldinum kann fáast hjá SEV ella elnevndini.
 

Gjaldið í sambandi við stovnan av løggilding skal flytast SEV á konto nr. 6460 1850026. Kvittanin skal sendast SEV saman við umsóknini um løggilding. Um løggildingin verður játtað, verður peningurin fluttur Føroya Gjaldstovu, um ikki verður peningurin fluttur aftur til umsøkjaran.
 

Útlendskir umsøkjarar

Serligar reglur galda, um umsøkjarin er ríkisborgari í landi, sum er limur í ES ella í einum Norðurlandi.
 

Avgreiðslutíð

Um upplýsingarnar eru nøktandi, verður løggilding vanliga givin innan 14 dagar frá tí degi, umsóknin er latin inn.