Felagsregurnar

 
Reglurnar í Fællesregulativet 1998 eru galdandi í Føroyum. Talan er um vegleiðandi reglur fyri elinnleggjarar í arbeiðinum at leggja inn ravmagn og binda brúkslutir í elkervið hjá SEV.
 
 
 
Hesar broytingar vóru gjørdar í sambandi við, at Fællesregulativet var sett í gildi í Føroyum.
 
1. Á blaðsíðu 9, stykki 2.3 stendur :
Stik- og hovedledninger skal have et ledertværsnit som minimum kan overbelastningsbeskyttes med 25 A.
Stik- og hovedledninger til antenneanlæg, telefonbokse, trafiksignalanlæg og lignende skal have et ledertværsnit som minimum kan overbelastningsbeskyttes med 16 A.
 
Hettar verður broytt til :
Stik- og hovedledninger skal have et ledertværsnit som minimum kan overbelastningsbeskyttes med 35 A.
Stik- og hovedledninger til antenneanlæg, telefonbokse, trafiksignalanlæg og lignende skal have et ledertværsnit som minimum er 6 mm² og kan overbelastningsbeskyttes med 25 A.
   
2. Á blaðsíðu 22 verður stykki 14.3 strikað.
Í staðin verður víst til A3 (Vegleiðing fyri uppseting av málarum).
 
3. Á blaðsíðu 28 verður stykkið 25.1 strikað.
Í staðin verður víst til stk. 26.3 á blaðsíðu 29.
 
4. Á blaðsíðu 28 verður stykkið 26.2 strikað.
 
5. Á blaðsíðu 11: Mynd 2.1 skal skiljast soleiðis
FR umfatar leidningar, ið føra ómáldan streym, og/ella eru vardir av sikring, ið førir ómáldan streym.
 
 
6. Á blaðsíðu 13: Mynd 5.4 fær soljóðandi ískoyti tilmynda­tekstin
Tá kaðalavslutningur uttan klemmur verður brúktur, skal elinnleggjarin bera so í bandi at skoytið, ið sperrar fyri vatnið, skal setast á hvønn leiðara sær. Ein vatnnøs er ikki nokk.
 
 
7. Á blaðsíðu 15: Sum ískoyti til FR stk. 7.2 kemur talva C.4.1
 
Fasafylgja fyri lágspenningskaðalar
 
Slag L1 L2 L3 N
PVIK(S) Brúnt Svart/hvítt Svart Blátt
NKT Reytt Grátt Svart Blátt
Alcatel Brúnt Hvítt Svart Blátt
Gamal kaðal Reytt Hvítt Svart Blátt
NKT-PSP Blátt Grátt Reytt Skermur
Alcatel-PFSP Brúnt Hvítt Svart Skermur
 
Talva C.4.1 Fasafylgja fyri lágspenningskaðalar
 
8 Á blaðsíðu 25: Ískoyti til FR stk. 19
Fyri innleggingar, ið eru veittar beinleiðis frá trafostøð, verða frammanfyri nevndu laststøddir faldaðar við 4.
 
9 Á blaðsíðu 34: kemur soljóðandi ískoyti FR stk. 31
 

Kaðalstødd

Monteringshædd

25 - 35 mm²

15 cm

50 - 95 mm² 30 cm
120 mm² og størri 40 cm
 
Talva C.4.2 Kaðalstøddir og vegleiðandi monteringshæddir
 
10 Á blaðsíðu 35: Ískoyti til FR stk. 33.4
SEV leverar og uppsetur málitransformarar.
Innlegging ið krevur málitransformarar 600/5 og størri, skal málifeltið vera dupult vísandi til FR stk 35 síða 37.