Dagføring 10.30: Suðuroyggin og meginøkið nú streym aftur

 21-11-2020
Streymurin er nú aftur um alt landið

Streymurin fór í meginøkinum um níggjutíðina í morgun. Orsakað av breki á linjuni millum Eiðisverkið og Skálabotn.

Ein lítlan tíma seinni var streymurin aftur í meginøkinum, tó ikki í einum parti av Streymoynni. Hesi fingu tó streymin aftur uml. kl. 10.30.

 

Streymurin fór eisini í Suðuroy. Fyrst í Hvalba og Sandvík. Tá hesar bygdirnar høvdu fingið streymin aftur løtu seinni, fór streymurin í Hovi, Øravík og Fámjin. Kl. 10.30 var streymurin aftur í allari oynni.