Skaði á ellutir

 17-11-2020
Hevur onkur av ellutum tínum fingið skaða, og heldur tú, at hetta er orsakað av streymveitingini frá SEV, so ber til at senda inn skaðafráboðan

Hevur tú elskaðatrygging, boðar tú tryggingarfelag tínum frá.

Hevur tú ikki elskaðatrygging, skal boðast frá her hjá SEV. Tað er umráðandi, at tú boðar frá tínum kravi so skjótt sum gjørligt, og tryggjar tær ta kravdu próvførsluna, t.v.s. váttan frá løggildum virki, avrit av kvittan fyri skadda lutin, myndir og annað. Eisini er tað umráðandi at skriva tíðarbilið og dagin fyri skaðahendingini.

Skaðafráboðan