Elframleiðslan oktober 2020

 17-11-2020
Biogass - týðandi íkast í framleiðsluna av burðardyggari elorku

Føroyska elorkuframleiðslan fevnir nú umframt framleiðslu úr fossilari orku, um fýra ymiskar burðardyggar orkukeldur, t.e. vatn, vind, sól og biogass.

 

Framleiðslan frá biogassvirkinum Førka kom upp á 469 MWt í oktober, og tað svarar til miðalmánaðarnýtsluna hjá uml. 1124 húskjum, og 1,2% av samlaðu elorkuframleiðsluni.

 

Til samanberingar framleiddi vatnturbinan á elverkinum á Strond 451 MWt, báðar turbinurnar í Botni í Suðuroy 378 MWt og vindmyllurnar hjá Røkt í Vestmanna 462 MWt í oktober.

 

“Tað er ómetaliga hugaligt at síggja, hvussu væl verkætlanin við elorku úr biogassi higartil hevur riggað”, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá SEV. “Eitt gott prosent av samlaðu framleiðsluni ljóðar kanska ikki av nógvum, men er hóast alt eitt nýtt bein í elframleiðsluni, og sparir okkum fyri umleið 100.000 litrar av olju á Sundi. Hyggja vit at burðardyggari framleiðslu fyri seg, so liggur biogassframleiðslan á 3,6% av tí”.

 

 

Turt og stilt veður ávirkar vatn- og vindorkuframleiðsluna

Turt og stilt veður í oktober sæst aftur í tølunum fyri burðardygga elorkuframleiðslu, sum er lægri í ár enn í oktober í fjør. Tað regnaði nærum helvtina minni í ár, t.e. 133 mm í mun til 254 mm í fjør, og vatnorkuframleiðslan minkaði tí við 41%.

 

Eisini var stillari í veðrinum. Miðal vindferðin í Húsahaga í oktober í ár var 6,7 m/sek, meðan hon var 8,2 m/sek í oktober 2019. Í Neshaga var vindferðin 8,1 m/sek í ár í mun til 9,7 m/sek í fjør.

 

Hetta hevði við sær, at í oktober í ár er góðir 3 GWt framleiddir við vindorku, meðan slakir 5 Gwt vóru framleiddir við vindorku í oktober 2019. Ólag á einstøkum myllum í Neshaga hevur eisini ávirkað framleiðsluna neiliga.

 

 

Tilsamans kom burðardygga elorkuframleiðslan upp á slakar 13 GWt, meðan elframleiðslan við olju var slakar 26 GWt. Tað merkir, at í oktober vóru sløk 67% framleidd við olju, meðan vatnorkan stóð fyri 24%, vindorkan 8%, biogass góðum 1%, og sólorkan væl undir 1%.

 

 Í oktober í fjør var býtið 43% olja og 57% burðardyggar orkukeldur.

 

Framleiðslan við sólorku er ikki óvæntað væl lakari um heystið og veturin enn um summarið, og í oktober lá sólorkuframleiðslan á 7,5 MWt, sum svarar til miðalnýtsluna hjá 18 húskjum.

 

Til ber at fylgja við sólorkuframleiðsluni her

 

Metstórur eftirspurningur eftir elorku

 

Samstundis sum veðrið ikki heilt var til vildar til grøna elorkuframleiðslu, vaks eftirspurningurin eftir elorku í samfelagnum við 5%. Tilsamans 38,7 GWt vóru framleiddir í oktober, í mun til 36,8 GWt í fjør. Hetta er methøg mánaðarframleiðsla. Gamla metið er frá januar í ár, tá framleiddir vóru 37,3 GWt.

 

Framleiðslan í oktober setti eisini annað met, tá mesta løtuframleiðsla ein dag náddi 62,5 MW. Hetta var 26. oktober kl. 17.24.  Gamla metið er frá november 2019, tá mesta løtuframleiðsla kom upp á 62,3 MW.